Í Landsliðsbólkinum eru 4 talv liðug, 5. talvið er millum brøðurnar Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen, sum byrjaðu seinni enn hinir, tí Rógvi spældi fótbólt við EB/Streymi.
Tað sær út sum at tann yngri bróðurin gevur stóra-beiggja sínum skarpan gang, myndin omanfyri er tikin fyri løtu síðan - tá høvdu báðir flutt 40 leikir.
Niðast sæst støðan undan 7. umfari.
Rógvi hevði undan 7. umfari 5½ stig, næst honum kom Hans Kristian Simonsen við 5 stigum og síðan Eyðun Nolsøe við 4 stigum. Hans Kristian Simonsen tapti í dag fyri ??lavi Simonsen, ímeðan Eyðun Nolsøe vann á Herluf Hansen - Eyðun Nolsøe er sostatt komin uppá 5 stig og liggur javnur við Hans Kristian Simonsen - So er spurningurin hvat Rógvi fær burturúr í kvøld, Um Rógvi tapir liggur hann tó fremst við 5½ stigi t.v.s. ½ stig frammanfyri Hans Kristian og Eyðun.
Vit skriva meira her, tá ið talvi millum brøðurnar Rógva Egilstoft Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen er liðugt.
Talvið millum Rógva og Høgna sæst LIVE HER.
7. Umfar tann 2015/04/02 kl. 14:00 | |||||||||
Bo. | Nr. | Rtg | Navn | ??rslit | Navn | Rtg | Nr. | ||
1 | 4 | 2276 | Nielsen Rogvi Egilstoft | Nielsen Hogni Egilstoft | 2311 | 10 | |||
2 | 5 | 1851 | Jacobsen Heidrikur T. | 0 - 1 | Danielsen Andrias | 1745 | 3 | ||
3 | 6 | 2218 | Poulsen Martin | 1 - 0 | Vang Finnbjorn | 2044 | 2 | ||
4 | 7 | 1992 | Hansen Herluf | 0 - 1 | Nolsoe Eydun | 2164 | 1 | ||
5 | 8 | 2174 | Simonsen Olavur | 1 - 0 | Simonsen Hans Kristian | 2066 | 9 |
Støðan eftir umfar 6 Landsliðsbólkurin.
Rk. | BNr. | Navn | Land | EloI | EloN | Stig | TB1 | TB2 | TB3 | |
1 | 4 | Nielsen Rogvi Egilstoft | FAI | 2295 | 2276 | 5.5 | 15.50 | 0.0 | 5 | |
2 | 9 | Simonsen Hans Kristian | FAI | 2128 | 2066 | 5.0 | 9.00 | 0.0 | 5 | |
3 | 1 | Nolsoe Eydun | FAI | 2194 | 2164 | 4.0 | 8.50 | 0.0 | 3 | |
4 | 8 | Simonsen Olavur | FAI | 2205 | 2174 | 3.5 | 6.50 | 0.0 | 3 | |
5 | 2 | Vang Finnbjorn | FAI | 2059 | 2044 | 3.0 | 8.75 | 0.0 | 2 | |
6 | 6 | Poulsen Martin | FAI | 2274 | 2218 | 3.0 | 5.50 | 0.0 | 2 | |
7 | 10 | Nielsen Hogni Egilstoft | FAI | 2373 | 2311 | 3.0 | 4.75 | 0.0 | 2 | |
8 | 5 | Jacobsen Heidrikur T. | FAI | 1940 | 1851 | 1.5 | 3.25 | 0.0 | 1 | |
9 | 3 | Danielsen Andrias | FAI | 1861 | 1745 | 1.0 | 3.50 | 0.0 | 1 | |
10 | 7 | Hansen Herluf | FAI | 2036 | 1992 | 0.5 | 0.75 | 0.0 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald