Ítróttur

Talv: Avgerðin fellur í seinasta umfari

...

2017-03-06 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knappar tvær vikur, skulu teir endurvinna meistaraheitið í talvi.

Havnar Telvingarfelag økti leiðsluna við hálvum stigi eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Havnarmenn, sum hava verið omaná í øllum níggju dystunum í vetur, vunnu 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvík. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson grundløgdu sigurin á aftaru borðunum, meðan Olaf Berg og Martin Poulsen máttu sættast við remis á báðum fremstu borðunum.

Sandavágs Talvfelag vann 2½-1½ á fyrsta liði hjá Klaksvík. Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði á 1. borði remis móti ??lavi Simonsen, meðan Torkil Nielsen mátti lúta fyri Steintór Rasmussen.

Spenningur í botninum

Norðstreymoyingar í Kollafjarðar Talvfelag togaðu seg við góðum 3-1 sigri á øðrum liði hjá Havnini úr ringasta niðurflytingarvandanum. Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thomsen og Sámal Christiansen vunnu allir, men strandingurin Eivind Jacobsen tapti heldur snópisliga, tí fartelefonin fór brádliga at kima í lummanum.

Støðan í 1. deild fyri seinasta umfar er nú hendan:

1. Havnin 1 29½ stig

2. Sandavágur 26½

3. Klaksvík 1 21

4. Havnin 2 11½

5. Kollafjørður 10½

6. Klaksvík 2 9 stig

Í seinasta umfari verða dystirnir hesir: Sandavágur ??? Havnin 1, Klaksvík 2 ??? Havnin 2 og Kollafjørður ??? Klaksvík 1.

Skal Sandavágur yvirhála Havnina og endurvinna FM-heitið krevst í minsta lagi ein 3-1 sigur í innanhýsis dystinum teirra millum í síðsta umfari.

Gøtumenn á odda

Spenningurin er uppaftur størri í 2. deild. Har er Gøtu Talvfelag framvegis á odda og á uppflytingarkós. Í dag vunnu teir tepran sigur á havnarmonnum. Gøtumenn eru í harðari kapping við Sandavág og partvíst Vestmanna um uppflyting.

Gøtumenn hava í ár á fremstu borðunum styrk úr Havn og Klaksvík. Sigurð B. Justinussen og Rúni Dragaberg gera ivaleyst góðan mun. Hinir á gøtuliðnum í dag vóru Reinhold Isaksen og Petur Páll Mikkelsen.

Gøta hevur 21 stig, Sandavágur 20 og Vestmanna 18½ stig. Í seinasta umfari hava gøtumenn dyst móti vestmenningum, og Sandavágur og Havnin eiga dyst sínamillum. Einki er avgjørt. Í hinum endanum liggja toftamenn til niðurflyting. Sjálvt við gamla føroyameistaranum Jens Christiani Hansen á liðnum taptu toftamenn fyri Sandavági í dag. Tað var tann tíð, at Tofta Talvfelag var eitt av veruligu toppliðunum í fremstu deildini.

3. deild stendur Havnin til at vinna. Teimum á baki eru Runavík og Kollafjørður.

Meira kann síggjast um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins:faroechess.com.

Landskappingin í talvi endar leygardagin 18. mars, tá dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari eru á skrá.

Kelda: Talvsamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder