Súni Kristiansen setti Fjarðastevnuna 2017
Góðu stevnugestir, avbygdafólk og skálafólk, róðrarfólk, áskoðarar og öll, sum eru komin higar í dag.
Hetta er ein serlig löta, sum vit á Skála bara uppliva 4-hvört ár, tá vit fáa loyvi at vera vertir fyri Fjarðastevnuni. Og hæddarpunktið á hesi stevnu er fyri tey flestu kappróðurin, sum byrjar um lítla lötu. Bæði venjing og fyrireiking skulu nú standa sína roynd.
???Einki er sum summarkvöld við strendur??? verður tikið til í einum av okkara vakrastu summarsangum, og í hesum sambandi rennur ofta fram fyri meg lívsjáttandi upplivingin, tá tú bæði sært og hoyrir kappróðrarbátarnar venja á fjörðinum. Spenningur, frískleiki og lívsmót merkja hesar lötur. Tað er lív, tað er summar, ja reglan: ???Gævi dagur aldri fór at halla??? úr öðrum kendum summarsangi er hóskandi yvirskrift til slíkar lötur.
Men áðrenn eg fari víðari, lat meg so presentera meg: Eg eri skálamaður við stórum S, og taki eg so næsta bókstavin (K???ið) við eisini, havi eg byrjanarbókstavirnar í for- og eftir navni mínum: Súni Kristiansen. Árini er blivin 60, og eg eri í teirri hepnu stöðu, at eg ikki eri gamal ??? haldi eg sjálvur ??? men kortini havi eg livað leingi og minnist nógv frá einum broyttum gerandisdegi, sum í dag er söga.
Eg var 8 ára gamal, tá vit fluttu til Skála, og harvið eri eg partur av stóra meirilutanum av skálafólki, sum eru tilflytarar, og har eisini dagliga heitið teirra sigur frá, hvaðani tey koma: Jörgin úr Götu, Andrias av Syðradali, Víka-Hans, Arnold úr Fuglafirði, systkini Lamba-Anna og Lamba-Karl og so Eiðis-Dánjal. Hesar báðar síðstnevndu, Eiðis-Dánjal og Lamba-Karl skal eg siga eitt sindur meira um. Men felags fyri öll hesi fólk og tilflytararnar yvirhövur er, at tey hava sett síni spor í bygdini, verið aktivir medborgarar, sum hava verið við til at mynda okkara samleika sum skálafólk.
Tilflytarnir hava ikki bara verið við til at mynda, men eisini at ökja um talið, sjálvsagt. Og ein hövuðsorsök til, at fólk fluttu til bygdina, hevur verið bedingin, sum seinni er víðkað til at umfata bæði skipasmiðju og turrdokk eisini. Bedingin kom í 1904, og síðsta fólkateljing áðrenn hetta segði, at 112 fólk búðu á Skála. Tað er umleið tað, sum býr í Skálafirði í dag. Í dag búgva 785 fólk í hesum báðum bygdum ella umleið ein 6-falding upp á góð 100 ár. So hóast vit bert telja umleið 1 ½ % av Föroya fólki í dag, so hevur vöksturin í hesum báðum bygdunum verið dupult so stórur, sum í öllum landinum, altso ein 6-falding í mun til eina 3-falding fyri landið samanlagt.
Innfödd skálafólk hava ikki smæðst burtur, tá talan er um bátar og sjógv upp gjögnum tíðirnar. Pól smiður á Ytra Skála, sum var langabbi Nólsoyar Pálls, var av Gabel amtmanni útpeikaður at byggja Föroya fyrsta ???verjuskip??? - eitt 10-mannafar, sum skuldi ansa eftir fremmandum handilsskipum. ??? Jóan Karl á Skála var tiltikin útróðrarmaður, sum við árabáti róði heilt suður í Sandshavið. - Og Jakobina í Horni, sum eg væl minnist, kom sum ung kona at sita einkja við 5 börnum. Húsini í Horni, sum í dag eru ein toft beint norðan fyri stovuvindeyga okkara, vóru vánalig, so hon bað Petur í Uppistovu byggja sær húsini, sum í dag standa beint niðan fyri skúlan. Fyri at klára at gjalda fyri húsini, setti hon sildagörn á fjörðinum, og eftir einum ári hevði hon fingið fyri húsini.
Ein av tilflytarunum var bátsmiðjurin Eiðis-Dánjal. Pápi bílegði eitt 10-mannfar frá honum árið eftir, at vit fluttu higar. Tá var eg 9 ára gamal, og í tí sambandi kom eg at hava mína dagligu gongd inn í kjallaran at ganga Dánjali til handar: at halda sleggjuni á seymhövdið, meðan hann klinkaði borðini saman og seinni eisini at fella bond til o.t. Hetta var ein lærurík tíð, sum var við til at stimbra áhugan og alskin til bátar og sjógv.
Og eisini lærdi eg nakað um, hvussu neyðugt tað er við góðum samstarvi, tá fleiri hendur skuldu til, t.d. tá stokkarnir skuldu leggjast á. Stokkar eru í einum stykki, og tá teir skuldu bendast út móti borðinum, mátti spennast javnt og farast varliga fram, fyri at fáa stokkin settan fastan uttan at bróta hann. Seti eg hesi barnaminni míni í samband við eina liðítrótt sum kappróður, so ræður eisin har um, at tann einstaki venur styki og úthaldni, men sanniliga eisini at liðið virkar sum ein heild, at samanhaldið og áralagið er gott. ???
Eiðis-Dánjal smíðaði dygdarbátar ??? vit hövdu okkara í 40 ár ??? men hann smíðaði ikki kappróðrarbátar. ??? Og hevði fólkatalið á Skála verið verandi á 112, sum tað var, áðrenn fólk fóru at flyta til bygdina, hevði verið trupult at mannað nakran kappróðrarbát, fyri ikki at tala um alt annað virksemi, sum í dag er í bygdunum. Tíverri er kappróðurin í dag í einum aldudali, men vit fegnast um at kunna vera við at skipa fyri Fjarðastevnuni, og innan so nógv annað róðrarvirksemi, t.d. döming, hava skálamenn tikið lut og gjört eitt gott arbeiði.
Tað var tí ikki, fyrr enn Lamba-Karl og aðrir tilflytarar lögdust til, at tað bar til at manna kappróðrarbát. Skálamenn áttu tá ongan bát, men lántu 8-mannafarið Sölmund og kláraðu seg væl. Vit skáladreingir brettu okkum á, tá Niels Juel í ??tvarpinum segði, at manningin á Sölmundi kundi verið gjörd av fjarðastáli, so væl róðu teir. Spenningurin var eisini stórur undir venjing og fleiri bátar stimaðu við. Onkuntíð kom Strandingur, sum eisini var 8-mannafar, higar, og so vandu hesir báðir bátarnir saman. Áðurnevndi Lamba-Karl, sum var granni okkara, var millum teir spentastu ??? sonur hansara, Rósing var eisini ein av manningini. Við nógvum ungum smiðjulærlingunum við árarnar, var manningin á Sölmundi sera væl fyri og plagdi at vera millum teir fremstu ??? í hvussu er altíð framman fyri Stranding. Men til ta einu venjingina var öðrvísi, tí tá var Strandingur nógv fremstur, og tá var ikki gott lag á Lamba-Karli, sum spentur fylgdi við niðri á Bakkanum. ??? Tað vísti seg tó, at manningarnar til stuttleika hövdu býtt um bát, so tað vóru skálamenn umborð á Strandingi, sum vunnu hesa venjingina á strandingum umborð á Sölmundi.
Nú sigi eg skálamenn, men hvörjir vóru teir? Jú, saman við ungu, innföddu skálamonnunum sat onkur úr Sumba, Skopun, frá Gjógv og aðra staðni frá eisini. Og tað var nú heldur ikki knívsskorið millum grannabygdirnar Skála og Strendur, sum tó altíð kappaðust á ein serligan hátt. Strandingar hava upp gjögnum tíðirnar eisini mannað skálabátar, og bæði skálagentur og -dreingir hava mannað Stráluna og Strípuna hjá strandingum.
Sum áskoðari og avvarðandi er eisini sera spennandi at fylgja við. Beiggjar mínir, börn míni og onnur í familjuni hava róð, og tá er tað sum at vera við sjálvur. Sjálvur havi eg eisini róð eitt ár við Skálabátinum og veit, hvussu spennandi og strævið tað er. Men vinnarkensluna upplivdi eg ongantíð tað árið. Besta plasering okkara var eitt 2. pláss. Nökur ár seinni varð manningin tó samlað saman aftur til Old-boys-róður á ólavsöku. Tá vunnu vit, og tað var ein góð kensla!
Hetta vóru so nakrar hugleiðingar frá eini farnari tíð, men í dag ??? beint nú ??? bíða tit spent eftir at fara at rógva. Eg ynski tykkum ein góðan róður og fari at minna á orðini, sum Sölvi Winther Olsen, ítróttarlækni, segði í ??F fyrr í summar um kensluna av at vera partur av eini manning, har öll gera sítt ítasta, og har gott áralag ger, at róðurin gongur upp í eina hægri eind. ??? Hann segði orðarætt: ??? Tað maximala upplivilsið, tá maskinaríið koyrir, og öll manningin er eitt ??? tað er vinningur í sjálvum sær???.
Hvør bygd stendur saman um sínar bátar og sínar manningar, og soleiðis skal tað vera. Hetta er tó ikki kríggj, men vinarlig kapping. Kapping, sum mennir tann einstaka, samanhaldið og kappróðurin sum ítróttargrein.
V??LKOMIN TIL KAPPR??ÐUR Á FJARÐASTEVNU Á SKÁLA
G??ÐAN R??ÐUR OG G??ÐA STEVNU YNSKI EG OKKUM ??LLUM!
Kelda og mynd: Runavik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald