Vinna

TAKS: Talan er um skattligt goodwill, men virðið er 0 kr

...

2017-02-07 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla EikBanka, hevur TAKS staðfest, at talan er um eitt skattligt goodwill fyri nýggja Eik Banka. TAKShevur tó virðisásett henda skattafrádrátt til 0 kr. Eik Banki er ikki samdur í virðisásetingini.

???Niðurstøðan er fyri tað fyrsta ein staðfesting av, at talan er um skattligt goodwill fyri nýggjabankan, og í øðrum lagi, at TAKS og Eik Banki eru fakliga ósamd um metingina av støddini áfrádráttinum???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Eik Banki hevur áður víst á, at metingin av virðinum av skattliga frádráttinum kann vera úr nullkrónum upp í 90 mió. krónur.

Tvær tær størstu grannskoðarafyritøkurnar í Danmark, Deloitte og PwC, hava ráðgivið Eik ímálinum. Báðar grannskoðarafyritøkurnar eru á einum máli um, at talan er um skattligtgoodwill, sum hevur eitt frádráttarvirði á umleið 45-90 mió. kr. 

Deloitte er av tí áskoðan, at undirbalansan á umleið 500 mió. krónur kann dragast frá skattligaog sostatt hevur eitt skattligt virði á 90 mió. kr. Hesa áskoðan hevur Deloitte havt síðani TFHoldig keypti 70% av partapeninginum í bankanum. 

PwC hevur gjørt eina meting av goodwill pr. yvirtøkudagin 1. oktober 2010 og hevur mett, atgoodwill hevur eitt skattligt virði á umleið 45 mió. kr. 

Eik Banki hevur eisini víst á, at tað í fyrstu atløgu er upp til TAKS at meta um støddina ágoodwill. Henda meting fyriliggur nú.

 Í grundgeving síni sigur TAKS, at talan er um avhending pr. 1. oktober 2010 millum heftarpartar og hevur út frá hesum gjørt sína egnu meting av virðinum á goodwill. TAKS metir, atsøluprísurin fyri 70% av partabrøvunum á vári 2011 frá Finansiel Stabilitet til TF Holding erbesta boðið upp á útgangsstøði og hevur tað við sær, at skattliga goodwill má metast at havaeitt virði á 0 kr. Hesum er Eik Banki ikki samdur í, tí um so er, at talan er um heftar partar,eigur virðisásetingin hjá PwC at verða løgd til grund fyri virðisásetingini. 

Eik Banki tekur tó avgerðina hjá TAKS til eftirtektar.

???Vit hava gjørt eina heildarmeting av málinum og í samráð við eigaran tikið avgerð um ikki atkæra avgerðina hjá TAKS. Tað harmar okkum, at málið hevur fingið tað umrøðu, sum taðhevur fingið í almenna rúminum. Talan er um eitt skattatekniskt mál, sum niðurstøða nú ergjørd um, og fyri okkara viðkomandi er málið nú liðugt???, sigur Súni Schwartz Jacobsen atenda. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder