JN

Takk er ov lítið

...

2015-07-20 21:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit bæði vilja so innarliga takka øllum teimum, sum virkaðu við á okkara stóra degi, leygardagin 11. juli 2015. ??? Orðið ???takk??? er næstan ov lítið, tí okkum var so nógv givið.

Stóra takk fyri til tykkum øll, sum gjørdu okkara dag so stóran og minnisríkan. Takk til tey, sum undan degnum hava fyrireikað og riggað soleiðis til, at brúdleypsdagur okkara eydnaðist so væl.

Takk til tykkum, sum møttu upp í kirkjuni, á Hotel Norð og dagin eftir á Hoygarðsvegi 8. Eisini stóra takk til tey kort, sum blivu send til okkara við vælvild. Ongin nevndur, eingin gloymdur.

??ll gjørdu sítt til, til tess at gera dagarnar verdar at minnast afturá. ??? Og vit fara heldur ongantíð at gloyma vígsluna og brúdleypið.

TAKK

Vh Linda Viðoy & Danial Viðoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder