JN

Tak plastið av lýsingum og bløðum, áðrenn tú letur pappírið til endurnýtslu

...

2017-09-20 07:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ikki ber til at endurnýta pappírið um plastið fylgir við, neyðugt er tí at taka plastið av, áðrenn pappírið fer í tann hvíta posan til endurnýtslu, sigur IRF.

??? Vit hava ikki arbeiðsorku at taka plasti av, so tíverri fara lýsingar og bløð í plastpakningi, í brenniovnin. Hetta er sera harmiligt, sigur Aslaug Gisladóttir, varastjóri hjá IRF, tí talan er um rættiliga stórar nøgdir.

Tað er jaligt at síggja, at fólk í alt størri mun ynskja at endurnýta, og vilja vit við hesi kunning hjálpa teimum at gera tað á rættan hátt.

Vit vilja tí heita á fólk um at taka plasti av lýsingum og bløðum, áðrenn pappírið verður latið til endurnýtslu. Pappír og papp kann nevniliga endurnýtast heilar 7 til 10 ferðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder