Hvussu djúpt kunnu vit níga sum tjóð? Okkara landsstýri og okkara fólkatingsumboð detta um beinini á hvørjum øðrum til tess at takka donsku stjórnini fyri ómegdarstøðuna, har Føroyar eru undir donskum valdi og boykottaðar av Danmark. Og tey spæla glaðbeint sínar statista-leiklutir í tí framhaldandi sjónleikinum um tann sonevnda "ríkisfelagsskapin" saman við føroyskum fjølmiðlum
Høgni Hoydal
Tá ið Kaj Leo Johannesen í fjør fevndi danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt, og segði "tak for boykoyttet???, meðan tey bæði flentu í kíki, var tað enn ein pínlig staðfesting. Ein staðfesting av tí meiningsloysi, teimum fjákalótum og teirri undirbrotligheit, sum føroyskur politikkur hvønn dag søkkur djypri niður í undir tí ekstremistiska sambands-høgrastýrinum.
Og hvør skuldi trúð, at tað kundi gerast enn meiri pínligt og enn ússaligari?
Nú hava vit í fleiri dagar fingið nærum beinleiðis frásøgn á størstu føroysku tíðindaportalunum, í Rás2 og í føroyska kringvarpinum frá einum sonevndum orðaskifti um tann sonevnda ???ríkisfelagsskapin??? í tí danska fólkatinginum (nær hevur portal.fo til dømis havt nakra frásøgn ella gjørt videoklipp frá orðaskiftum á løgtingi?).
Og danski forsætisráðharrin sendir tíðargrein til føroysku miðlarnar ??? sum er skrivað av spunasmiðum eins og til smábørn ??? um hvussu óført tað er hjá føroyingum og grønlendingum at vera undir donskum valdi. Alt verður endurgivið uttan nakra journalistiska viðgerð ella spurning. Spunasmiðirnir hjá donsku stjórnini munnu flenna eins hart og Helle Thorning, tá Kaj Leo takkaði fyri boykottið.
Og júst sum ein helt, at nú mundu vit hava rakt botn í undirbrotligheit, koma føroysku fólkatingsumboðini á vøllin. Tey takka fyri støðuna eins og Kaj Leo á sinni. Meðan Føroyar verða boykottaðar av tí landi, sum hevur tikið sær rættin til at reka okkara uttanríkispolitikk og at umboða okkum úti í heimi, skulu vit siga takk. Og nú skal tað bara snúgva seg um ???meiri dialog??? og ???meiri upplýsing??? millum føroyskar og danskar politikarar. Ja, tað ljóðar eins og at makrel- og sildamálið og bankamálið var bara ein spurningur um ???dialog???, ???upplýsing??? og misskljingar. Tað er sum at hoyra Poul Nyrup Rasmussen tá í tíðini.
Soleiðis leika teir til fulnar sínar statista-leiklutir í hesum áhaldandi sjónleiki, sum bert hevur eittans endamál: At varðveita danska valdið í Føroyum, at rura føroyingar í svøvn og at pakka allan veruleikan inn í uttanumtos og mjørkaprát.
Veruleikin er, at Danmark røkir síni áhugamál. Danmark hevur í makrel- og sildastríðnum fylgt ES og hevur roynt at trýst Føroyar til at linka síni krøv ??? og síðani látast tey at stuðla Føroyum, tá skaðin er hendur og boykottið sett í verk. Onki løgið er í tí. Soleiðis endar tað altíð, tá donsk og føroysk áhugamál stríða ímóti hvørjum øðrum. Og Danmark velur ES og egin áhugamál.
Veruleikin er, at bert við at taka ábyrgd sjálv, vinna vit okkum rættindi og virðing í heiminum. Og sum sjálvstøðug tjóð hevði boykottið ongantíð komið. Hygg bert at, at Ísland verður ikki boykottað. Bert tí, at ES veit, at vit eru eitt heimastýri undir Danmark og at Danmark altíð fer at velja ES og egin áhugamál fremst,, hevur tað borið til hjá teimum at fremja handilsbannið.
Vit eru enn í teirri støðu, at Danmark boykottar ein triðing av okkara útflutningi og at føroysk skip sleppa ikki í danska havn ??? enn ikki at flyta vørur, ið hava nakað við sild ella makrel at gera. Og hetta sama landið skal umboða føroysk áhugamál úti í heimi. Tað er vorðið sum felagsskapur.
Og sig, hvat gera løgmaður og føroyskir fólkatingsmenn.? Jú, teir siga takk og hurrá fyri tí sonevnda ???ríkisfelagsskapinum ???.
Hesum sonevnda ???felagsskapi???, sum bert er eitt spunaorð og eitt glitrandi pappír, sum skal pakka veruleikan inn og fáa fjøldina í Føroyum at góðtaka, at Danmark hevur tikið sær vald í Føroyum, sum føroyska fólkið ongantíð hevur samtykt ella givið frá sær. Hevði nakað annað fyribrigdi, har ein partur hevur valdið á øðrum undirskipaðum pørtum, verið rópt fyri ein ???felagsskapur????
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald