Politikkur

Tættari samstarv við russar skal til

...

2013-12-09 23:18 Author image
placeholder

 Víðari samstarvið við russisku veterineru myndugleikarnar kemur at byggja á teirra eftirlitsfrágreiðing frá vitjanini í Føroyum í oktober. Heilsufrøðiliga starvsstovan fær fyribils eftirlitsfrágreiðingina frá russum til viðmerkingarEftir hetta verður eftirlitsfrágreiðingin endalig.

Á fundinum vóru viðurskifti viðvíkjandi Varðanum Pelagic umrødd í smálutir. Norðborg var umtalað, og føroyska ynskið um millumgoymslur í Europa varð eisini viðgjørt.

Her verður hugsað um:

· At virkini ikki kendu lóggávuna hjá tollsamgonguni millum Russland, Hvítarussland og Kasakstan.

· ??nøgd við at finna koliformar bakteriur í vøruniTað er als ikki ókent fyri russar, at fatanin hjá avsendaralandinum er ein onnur teirra.

· At fysiskt eftirlit ikki verður gjørt í sambandi við útflutning.

Rosselkhoznadzor hevur líknandi viðmerkingar til onnur europeisk lond. Russar ynskja ikki millumgoymslur í Europa fyri føroyskar vørur, men siga tó, at hetta altíð kann takast upp seinni. Einki annað land hevur í løtuni loyvi til millumgoymslur í Europa.

Fundurin gekk fyri seg í góðum konstruktivum samskifti. Avtalað var, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skjótast gjørligt svarar teirra fyribils eftirlitsfrágreiðing. Og tá Rosselkhoznadzor fær svarið, verður vent aftur til, hvussu arbeitt verður víðari. Herundir var nevnt, at arbeiðast skuldi við, hvussu Heilsufrøðiliga starvsstovan fær atgongd til ta russisku elektronisku sporførisskipanina, ið svarar til elektronisku sporførisskipanina hjá ES, kallað TRACES.

Á fundinum luttóku Evgenij Nepoklonov, russiski landsdjóralæknin og varðaleiðari á Rosselkhoznadzor, Vasilij Lavrovskij, leiðari fyri altjóða eftirlitsarbeiðið í Rosselkhoznadzor. Aftrat teimum vóru vóru 3 aðrir serfrøðingar, tað skrivar hfs.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder