Leygardagin tann 10. januar kl 10.00 í gamla skúla í Lamba fara vit at gjøgnumganga tær 4 bíbilsku várhøgtíðirnar. Framleggjari er Jákup S. Joensen úr Sandavági.
Tær 4 fyrstu árligu høgtíðirnar, ið Gud hevði
álagt jødiska fólkinum at halda, vóru um várið. Sambært 3. Mós kap. 23 eru
hesar: ???Páskir??? (Pesach) vers 5, ?????súrgað breyð??? (Chag Matzah) vers 6,
???Frumgróðurin??? (ha???Bikkuwriym) vers 10, ???Hvítusunna??? (Shabuwoth) vers 16.
Hesar fyrstu 4 høgtíðirnar eru uppfyltar av
Yeshua/Jesusi við síni fyrru komu. Tær, sum skulu uppfyllast við seinnu komu
Hansara, eru: ???Lúðrablástrar dagurin??? (Yom Teruw???ah) vers 24, eisini nevndur
Rosh Hashanah í tí sivila kalendaranum. Síðan ???Hin stóri Sáttardagurin???, Yom
Kippur, vers 27, og ???Leyvskálahátíðin??? (Sukkoth) vers 34, Síðan kemur ???dagen
derpå??? hin áttandi dagurin, ???Ashereth???, sum merkir endaleysur ævinleiki. Hesar
3 seinastu heyst høgtíðirnar fara vit at gjøgnumganga næstu ferð. Tá fara vit
eisini at hyggja nærri eftir tí Heilaga 7. talinum.
Flest øll hava til tíðir ímynda sær støðini, sum
tær ymisku bíbliusøgurnar umtala, men í framløguni fara vit aftur til tað
fyrsta árhundraði, áðrenn templið bleiv lagt í oyði í árinum 70. Vit fara inn í
hesar bíbilsku høgtíðirnar frá einum jødiskum sjónarhorni, og til tíðina tá
Jesus gekk á jørðini og framdi sín trý-og-ein-hálv ára frelsu gerning. Vit fara
at vísa myndir, illustratiónir og undirbyggja hetta við bíbliuversum og øðrum
keldutilfarið, soleiðis at ein kann seta seg inn í, hvussu alt í veruleikanum
sá út, tá Jesus gekk í Jerúsalem, har Hann bleiv krossfestur, doyði og reis upp.
Josephus Flavius, ein kendur søgufrøðingur, ið livdi hesa tíðina, tá seinna
templið bleiv oyðilagt, skrivar m.a, at tað komu 2,5 milliónir jødar til
Jerúsalem at halda Páskirnar, og 250 túsund lomb blivu ofraði hvørjar Páskir.
Ímyndið tykkum skilið um 2,5 millión menniskju
komu til Havnar á ??lavsøku, og 10 hvør hevði eitt lamb við sær? Gamli Jerúsalem
var minni til ummáls, enn hvat Havnin er í dag. Vit vita, at Jesus uppfylti
Páskirnar og Hvítusunnuna til fulnar; ella hvussu nógv vita vit? Hví verður Jesus
kallaður Guds lamb? At Hann er lívsins breyð? At Hann er hitt ósúrgaða breyðið,
at Hann er hin frumborni av Gudi, at Hann er frumgróðurin v.m.? Hví mundi tað,
smb. Matt 27:45-47, koma myrkur um alt landið frá sætta tíma líka til níggjunda
tíma júst hendan dagin, tá frelsarin hekk á krossinum? (Kl 12.00 - 15.00 okkara
tíð). Hvat er hetta fyribrigdi við tveimum blóðmánum og tveimum sólarmyrkingum
í 2015, og sum raka høgtíðir og sermerktar dagar í bíbilska kalendaranum?
Fyrst nakað um Guds Lamb og týdningin av
blóðinum:
Jesus verður nevndur lamb Guds. Hvussu nógv av
okkum vita at sama dag tann 10. Dagin í Nisan (hugsa apríl hjá okkum), tá
offurseyðurin kemur inn ígjøgnum Seyðaportrið norðan vert í tempul garðinum, at
???Guds Lambið???, Jesus, kemur ríðandi á einum esli eystanífrá og inn ígjøgnum
Føgru dyr á eystaru síðuni? Hvussu nógv av okkum hugsa um, at offurseyðurin
skuldi ganga 4 dagar í Tempul garðinum, og hesar dagar blíva teir kannaðir, tí
bert lýtaleys lomb kundi nýtast til offur? Somu dagar hevur elstaráðið sent
leigusveinar út at finna lýtir á Guds lambinum, Jesus, fyri at teir kundu ákæra
hann fyri eitthvørt misbrot. Men teir funnu einki, heldur ikki Pilatus ella
Heródes funnu nakað. Jesus var Guls lýtaleysa lamb, og í æðrum Hansara rann
lýtaleyst blóð. Vit lesa í 3.Mós 17:11 Tí at sál likamsins er í blóðinum,
og eg havi givið tykkum tað til at nýta á altarinum til tess at veita
sáttargerð fyri sálir tykkara, tí blóðið veitir sáttargerð, av tí at
sálin er í tí. So Jesus varð fult út freistaður, tó rein sál. Jesus var
ikki av manna sáði, men av óforgeingiligum sáð, frá ævinleikans døgum Ort
8:22
Tað eru ómetaliga nógvar detaljur, sum vit ikki
síggja ella skilja til fulnar í tí, sum Jesus ger og sigur, tí tað er jødiskt.
Tað er nógv djúpari, enn vit geva okkum far um, og alt, sum gjørt var í
Jerúsalem hesar hátíðardagar, er í tráð við ætlan Guds, soleiðis, sum Gud hevði
álagt Mósesi, at Hansara útvalda fólk skuldi halda Harrans Høgtíðir.
Vit fara at hyggja at øllum tí, sum Jesus
uppfyllir hesar høgtíðar dagar og grunda hetta við bíbliuversum. Listin við
bíbliuversum saman við leinkju til
powerpoint framløguna verður sendur til luttakararnar sum teldupostur.
Hjá okkum (heidninga kristnu) eru Páskirnar
settar at vera vikuskiftið aftaná fyrsta fullmána, ið kemur aftaná 21. mars í
okkara (Gregorianska) kalendara. Páskir ella Pesac hjá jødum er altíð hin 14.
dagin í Nisan, og tann 14. dagurin í einum bíbilskum kalendara mánað er altíð
fullmáni á himmal hválvinum. Hjá okkum merkir fullmáni harður streymur og vána
líkindi til útróður.
Hesin triði blóðmánin sum kemur
tann 14. Nisan í ár svarar til Langafríggjadag hjá okkum, og hetta døgnið
byrjar 3 apríl kl. 18.00 og endar 4. apríl kl. 18.00. Hetta er døgnið, har
Jesus heldur kvøldmáltíðina saman við sínum lærusveinum, verður tikin í
Getsemane, blívur ákærdur og píndur. Jesus blívur krossfestur triðja tíman á
degnum, (kl 09.00) og sætta tíman á degnum verður myrkt um alt landið og
myrkrið, (sólarmyrking), vardi líka til níggjunda tíman (kl 15.00) tá Jesus
doyr.
Tríggir tímar eru nú til Høgtíð hina ??súrgað
breyða byrjar, og tað hevði skund at fáa deyða likam Jesusar í eina grøv, tí
jødar kundu ikki arbeiða hvíludag ella høgtíðardag. Vit lesa í Jóh 19:41-42 Men
á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í
urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í. v42 har løgdu
teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við
tað at grøvin var nær. Gangi útfrá, at tíðin hevur verði knøpp hjá
Jósef úr Arimateu og Nikodemus at fáa loyvi at taka Jesu deyða likam niður av
krossinum og geva frelsaranum eina, eftir umstøðunum, virðiliga gravseting,
áðrenn Høgtíð hina ??súrgaða breyða byrjaði kl. 18.00.
Hetta komandi døgnið er eisini hin 7. dagurin í
tí vanligu vikuni, so hetta er eisini ein hvíludagur. Eins og Faðirin hvíldi
hin 7. dagin frá skaparaverkið sínum, so ???hvíldi??? Sonurin eisini frá frelsu
verki sínum 7. dagin í eini grøv uttanfyri bý múrarnar í Jerúsalem.
Kl 18.00 byrjar so hin fyrsti dagurin í Høgtíð
hina ??súrgað breyða, sum varar í 7 dagar, og temaið er ósúrgað- og súrgað
breyð, bygg og hveitikorn: Ein kann so spyrja, hvar síggja vit so Jesus í
hesi høgtíðini?
Jesus tosar um í Jóh 12:23-24 »Tímin er komin,
tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum:
Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er, og verður tað
einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Jesus er uttan synd og myndarliga hitt ósúrgaða breyðið
úr hveitið. So Jesu likam er
sáðkornið í Gud plantaði í jørðina, so allar mannasálir, ið blivu tváaðar í
Jesu blóði ein dag, skulu reisa upp úr jørðini, í einum dýrdarlikami eins og
Jesus gjørdi, sum hin fyrsti. Vit lesa víðari um hetta uppreisnar
likamið í 1. Kor 15:35 Men nú kundi onkur sagt: »Hvussu
rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey?« v36
Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr;
v37 og tá ið tú sáar, er tað ikki tað likamið, sum koma skal, tú sáar, men
eitt bert frækorn, annaðhvørt tað nú er av hveiti ella onkrum øðrum
sáðkorni. V38 Men ??????Gud gevur tí eitt likam??????, soleiðis sum
hann hevur viljað, og hvørjum slagi av sáðkorni sítt egna likam.
(sí eisini líknilsi um sáðmannin)
Eins og Jesus er hitt ósúrgaða breyðið úr Betlehem,
(ið merkjur breyðhúsið), so skulu vit ein dag verða ósúrgað breyð, (likam uttan
synd). Hetta lesa vit um í 1 Korint 5:7,8 ???Reinskið burtur hitt gamla
súrdeiggið, fyri at tit mega vera nýtt deiggj, eins og tit eru
ósúrgaðir(Matzah); tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.???
Høgtíð hina ??súrgað breyða byrjar 15. Dagin í
Nisan og varar í eina viku 7x1dag. Høgtíðin merkir ???ævig reinsan???. Hetta
hevur Jesus útvega teimum, ið hava valt Hann. Leyvskálahátíðin ella Sukkoth
byrjar eisini tann 15. dagin, men í 7. mánaðinum. Hendan bíbilska høgtíðin
varar eisini í eina viku 7x1 dag. Temaið í hesi høgtíðini er ?????vig
gleði???. Hesa hevur Jesus ikki uppfylt enn.
Tá Jesus rísur upp úr grøvini 1. dagin í vikuni,
er hetta dagurin, ið kallast Frumgróðrar Høgtíðin. Sama morgun í Jesus
rísur upp, stendur Høvuðspresturin í templinum og sveiggjar við einum bundi
av byggi framman fyri templinum í Jerúsalem, (myndarliga framman fyri
ásjón Guds), og takkar fyri frumgróðurin. Frumgróðurin tilhoyrir Gudi, og við
at gera hetta og halda Guds ásetingar vil Gud signa alla vár grøðina ríkiliga
hjá Ísrael. Bæði byggskurðin og hveitiskurðin. Hveitiskurðurin byrjar 7x7
dagar aftaná Frumgróðrar høgtíðina og aftaná Hvítusunnuna. Og vit lesa um
tann stóra ???andaliga skurðin??? av mannasálum, sum byrjaði fyrstu dagarnar á- og
aftaná tí fyrstu Hvítusunnuna, aftaná at Jesus hevði opnað ein veg hjá
mannasálum at koma aftur til Guds.
Her eru nøkur vers, sum kunnu knýtast til
Frumgróðrar høgtíðina, sum Jesus hevur uppfylt: Hann er fyrst føddi hjá Mariu,
(Miriam), Matt 1:23-25, Frumborni av Gudi Hebr 1:6, Frumborni av øllum
skapningum Kolossebrævið 1:15, Frumborni av hinum deyðu/fyrsti av teimum, ið
rísa upp frá hinum deyðu/ Opb 1:5 Aps 26:23, Frumborni millum mangar brøður Róm
8:29, Frumgróður teirra, ið sovnað eru og sum skulu rísa upp. 1 Korint
15:14-23, Hann er upphav skapnings Guds/ Opb 3:14 Hann, sum er upphavið Koll
1:18.
Tað, sum Gud hevur álagt jødunum at fremja hesar
hátíðar dagar eru skuggar av tí, sum Messiash skuldi uppfylla og fremja við
síni fyrstu komu. Jødarnir kendu ikki vitjunartíð sína, og søgan vísir, at
umleið 150 ár áðrenn tók Elstaráðið, (Sanhedrin), eina meiriluta atkvøðu, har
teir góðu sær sjálvum heimild at tulka ávís skriftstøð, og hetta førdi til, at
teir ikki kendu vitjunartíð sína.
Vit síggja fleiristaðni í nýggja Testamenti,
hvussu fólkið kallar Jesus David Sonin, og tað gevur ábending, um hvat tey vóru
lærd um hendan, sum koma skuldi. Landi Ísrael hevði verði hersett av nógvum
tjóðum, og jødarnir høvdu liva í nógvari trongd og undir nógvum harðrendum
kongum.
Tí kann ein skilja teirra ynski at fáa ein
herførara og kong sum David, og sum eisini skriftirnar hava givið lyfti um, og
at hesin skuldi beina fyri allari líðing og trælaoki hjá jødiska fólkinum. Tá
Jesus so stígur fram og gerð ???tekin og undur???, so vóru stórar vónir millum
fólkið, at hesin Jesus var Messiash, og at Hann skuldi fría jødarnar frá tí
Rómverska ríkinum.
Men tær 5. Mósebøkurnar, (Torah), Skriftirnar og
Profetarnir boða eisini um ein persón, sum skuldi líða, doyggja og síggja avkom
smb Jes 53. Eisini Sálm 22 gevur okkum eina nærmynd av tá Jesus hongur á
krossinum, og Dán 9 hevur eina tíðarætlan og nær ein ???Salvaður??? skuldi doyggja,
áðrenn seinna templið skuldi leggjast í oyði.
Í skriftum uttan fyri bíbliuna, hava rabbinarar
skrivað um ein persón, sum teir kalla Messiash Ben Jósef (messiash sonur
Jósef). Í hesum skriftunum blívur hesin ???sonur Jósef??? kallaður hin líðandi
Messiash. Men vegna herðing í hjørtunum og tráðan eftir makt, eru
rabbinarnir blindaðir og síggja ikki hendan partin av Guds frelsuætlan í
høgtíðunum, hóast teir enn halda allar 7 høgtíðirnar hvørt ár síðan Móses. Enn
í dag á kvøldmáltíðini Pesac í millum 3. og 4. vín steypið fara jødarnir út og
gloppa dyrnar fyri Elia, tí Elia skal koma áðrenn Messiash. (3 steypið kalla
jødarnir ???frelsu steypið???, og 4. steypið er tað, sum Jesus sigur, vit skulu
drekka saman við honum í tí nýggja ríkinum.
Hinvegin, so kenna rabbinarnir væl til
heysthøgtíðirnar, sum hava við ???herføraran???, ???kongin??? og dómaran Messiash ben
David, (Dávid sonurin). Har eru vit heidningarnir fremmand gjørd og sera illa
fyri við vitan, tí sera lítið verður lært um øll tey messiansku lyftini, ið eru
givin Ísrael og okkum heidningum. Við Jesusi eru vit vorðin samarvingar til hetta
komandi fysiska himmalska ríkið hvørs høvðusstaður er Jerusalem.
Vit skulu minnast til, at hetta eru ikki
jødiskar høgtíðir, men Guds høgtíðir, og tá vit gerast Hansara, blíva hesar
høgtíðir okkara. Gud ynskir, at vit halda hesar, so vit eru kend við Hansara
profetisku frelsuætlan av øllum Skaparaverkinum.
Tað at fara aftur til jødisku røturnar og síggja
Guds frelsuætlan frá tí síðuni, kemur at fylla teg við gleði og vón, og tað er
uppbyggjandi fyri einhvønn trúgvandi. Alt, sum kemur fram, opinberar Jesus enn
meira og vísir, hvussu væl alt er skipað frá byrjanini.
Vit vóna at síggja nógv fólk til framløguna
leygardagin. J
Tilmelding hjá Jeffri Johannesen fartelefon 550 000
teldupostur [email protected]
Tey sum ynskja at fáa døgura mugu boða frá í seinasta lagið
fríggjadagin kl 12.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald