JN

Tað var brúk fyri bjargingartyrluni í nátt

...

2016-02-23 14:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Aftur í nátt var brúk fyri bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.

Tað var klokkan 00:05 at MRCC Tórhavn fekk eina fráboðan um, at tað var brúk fyri bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Ein sjúklingur í Suðuroynni mátti flytast á Landssjúkrahúsið, tyrlan fór til Froðba eftir sjúklinginum, og fekk flutt hann til Havnar. Tyrlan lendi við Boðanesheimi, har ein sjúkrbilur síðani flutti sjúklingin á Landssjúkrahúsið.

Bjargingartyrlan hevur nú gjørt 15 sjúkraflutningar í ár, eisini hevur hon havt 3 SAR uppgávur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder