Politikkur

Tað sum vendir niður vendir upp

...

2017-03-26 20:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað er í 11´inda tíma, at almenn arbeiðspláss nú verða flutt út um landið. Tað hevurongantíð áður verið so hastandi sum beint nú. Tað er bráneyðugt, um Føroyar sum land ogikki bara Havnin skal hava lív laga. 

Fyri at viga upp móti missinum av øllum arbeiðsplássunum í fiskivinnuni, mugu 100-talsonnur arbeiðspláss skapast í Klaksvík. So fleiri almenn arbeiðspláss verður heilt avgjørteitt krav. Um vit skulu hava økiskvotur í fiskivinnuni, so skulu vit hava økiskvotur aðrastaðnieisini.

 Nú samgongan við Høgna Hoydal á odda, vil hava nýggja fiskivinnuuppskotið ígjøgnum,rakar hetta økið uttanfyri Havnina so hart sum ongantíð áður. Fiskivinnuuppskotið rakarmotorarnar, lokomotivið í samfelagnum. 

Bara fyri Klaksvíkina vil fiskivinnuuppskotið merkja ovurhonds stórt arbeiðsloysi. So stórtarbeiðsloysi, sum vit allarhelst ongantíð áður hava sæð. 

Stjórin í JFK hevur verið úti og rópt varskó. Hetta var ikki ein hóttan, men ein staðfesting avveruleikanum. Um Kósin steingir, vil hetta merkja hundraðtals mist arbeiðspláss. Her erusjálvandi allar hýrurnar eisini roknaðar við. 

P/f Hvalnes, fer frá 90 arbeiðsplássum niður á 20-30 arbeiðspláss. 

Hetta bara fyri at taka tvey tey størstu reiðaríðini , sum eru í Norðoyggjum. 

Fyri Klaksvíkar kommunu merkir hetta milliónavís færri krónur í kommunukassan.

 Arbeiðsfeløg rópa eisini varskó. 

Motorarnir í samfelagnum. 

Slagorðið er, at reiðarnir, eru blivnir so mikið stórir og sterkir, at teir eru ein vandi fyrifólkaræðið. Hevði ikki ímynda mær, at nakar kundi koma sær at siga ella skriva slíkt umokkara røsku vinnulívsfólk. Hesi sum eru motorarnir, lokomotivið í samfelagnum og sumskapa ovurhonds stór virðir til okkara samfelag og harðan valuta til landið. ??ll vita, at umvinnulívid í Nordurøkinum hevur tad gott, ja so hevur samfelagid tað gott. 

Samstundis, sum tá tað kemur til Havnina, so er onki meira natúrligt enn, at vit skulu havaEITT Campus, har øll tey lesandi skulu hava EITT umhvørvið.Landssjúkrahúsið byggjast út fyri fleiri hundratals milliónir. EIN leiðsla, alt stýrast frá EINUMstaðið.

 Bank Nordik, Glasir, Fróðskaparsetri, ongantíð ov stórt, og nóg nógv miðsavnað. Men tátad kemur til arbeiðsplássini hjá Palliba og Marsannu saman við fiskimanninum, tá fær pípaneitt annað ljóð, ??? Einki er meira nátúrligt enn, at arbeiðsplássini hjá teimum fara áuppboðssølu. 

Roynt verður at flyta fokus á , at reiðarnir eru ov stórir og eru til vanda fyri fólkaræðið ??Sannleikin er tó , at tá tað kemur til fiskivinnuna, skal hon partú pettast sundur.Arbeiðsplássini hjá fiskimanninum og Palliba og Marsannu, sum búgva uttanfyrimiðstaðarøkið, skulu á uppboðssølu. 

Tað má verða lagnunnar speisemi, at hesi sum siga seg umboða vanliga arbeiðsmannin ikkiunna honum eina virðiliga hýru. 

Elsebeth Mercedis GunnleygsdótturLøgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder