Politikkur

Tað skulu altíð verða grundstykkir tøk í Vága kommunu

...

2016-10-20 20:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit á Fólksinslista halda, at tað er allneyðugt, at tað altíð eru grundstykkir tøk í Vága kommunu. Vit halda, at grundstykkir ikki skulu verða nøkur forðing fyri at Vága kommunu skal hava fólkavøkstur. Tað er eingin loyna, at nógv flyta aftur til Føroyar í løtuni, og kommunan má verða klár at lofta teimum áðrenn ov seint er.

Fólksinslisti heldur, at tær báðu stóru bygdirnar eiga at byggjast saman, soleiðis at fólkið verður betur samansjóðað. Tí halda vit, at ein stór útstykking eigur at gerðast Inni á Nes. Har eru pláss fyri eini 70 grundstykkum um rætt verður borðið at.

Tað eru í løtuni 54 fólk á bíðilista til at fáa grundstykkir í Vága kommunu, av teimum fáa 13 fólk grundstykkir í næstum. Vit halda at hini 41 eiga at fáa møguleikan at keypa grundstykkir frá kommununi skjótast gjørligt, tí annars fara tey aðrastaðni, og helt av oynni.

Vel lista A ??? Fólksinslisti

Jóanis Albert Nielsen

Hanus í Horni Nielsen

Tony av Sondum

Geir á Lofti

Hans Dánial Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder