Hóast ein festari hvørki eigur fjósið ella jørðina, sum hoyrir til festið, so heftir hann persónliga, um hann ger íløgur í virksemið. Tað er órímiligt og má broytast, heldur Aksel V. Johannesen, sum tí hevur sett landsstýrismanninum við búnaðarmálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Áðrenn 2004 var tað soleiðis, at ætlaði ein festibóndi at gera íløgur í festið, bar til at taka eitt festilán og garður, rakstrargøgn o.a. varð sett í veð fyri lánið. Í 2004 bleiv mjólkakvotan umsetilig, og tá kravdi Búnaðargrunnurin veð í mjólkakvotuni, skuldi eitt lán takast. Fleiri bóndir vóru tá ónøgdir við hesa avgerð.
Í 2007 var talan um at broyta lógina um landsjørð. Ávísar politiskar ætlanir vóru um at einskilja innangarðsjørðina og fjósini. Tá varð sagt, at verður talan um privata ogn, má veðsetingin eisini vera persónlig. Endin varð, at einskiljingin bleiv slept, men skuldin varð einskilt. Hetta merkir, at tá ein festibóndi í dag ger íløgur í festið, so veðsetir festarin persónligt, hóast hann einki eigur. Tað er órímiligt og má broytast sum skjótast, heldur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett landsstýrismanninum við landbúnaðarmálum, Helga Abrahamsen, ein skrivligan fyrispurning um málið.
- Tað er umráðandi, at hesi viðurskifti fáast í rætt lag sum skjótast, bæði so at verandi festarar fáa hug at gera íløgur í festið, og soleiðis at tað verður hugaligari hjá nýggjum festarum at taka við, sigur Aksel V. Johannesen.
Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi eitt mál av hesum slag í 2007 og metti tá, at kravið frá Búnaðargrunninum um persónliga veðseting, er ein órímilig treyt at seta festarum. Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at tann hátturin, sum grunnurin velur at tryggja sínar ognir uppá, stendur ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran.
Helgi Abrahamsen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald