Politikkur

Tað skal loysa seg at vera fiskimaður

...

2015-08-17 20:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havið dregur mong okkara ungfólk til skips. Hesi ungu sjófólk kenna tað sum nakað spennandi eftir at hava hoyrt søgur um sjólívið frá pápum og abbum, meðan onnur fara til skips fyrst og fremst fyri at vinna sær nógvan pening uppá stutta tíð. Hetta er teimum eisini væl unt, tá ið hugsað verður um, at ofta eru knø og mjadnar útslitin vegna rull og strævin tøk í mong ár á dekkinum.

Í hesum døgum er mikil orðadráttur um at seta á stovn eina uppboðssølu, har øll føroysk veiði- og fiskirættindi skulu lýsast til sølu. Hendan ætlan hevur skapt stóran ekka og stúran í okkara fiskivinnu. Ein kundi funnið sær ein ugga í, at ætlanin er at verja seg ímóti útlendskum spekulantum við at gyrða seg inni við hesi uppboðssølu, so at einans føroyingar kunnu bjóða. Men so lætt man neyvan fara at spæla av.

??ll vita, at altjóða kapitalur finnur sær altíð vegin fram á ein ella annan hátt. Tá ið fremmandi agenturin úr Hong Kong ella Singapor stendur í durum og krevur sín part av tilfeingisrentuni, tá verður lítið eftir til føroyska fiskimannin, sum heldur fer at kenna seg sjanghaiaðan og træl í egnum landi. Uppboðssølan í 2011 er besta dømi um hetta.

Tað, ið okkara fiskivinna so staðiliga hevur brúk fyri í dag og í framtíðini, eru støðug og greið viðurskifti. Tað átti at verið ivaleyst hjá fiskivinnuni, at havlívfrøðiligu viðurskiftini eru so skiftandi. Tí eiga vit ikki at kasta henni fleiri og nýggjar óvissur og váðar, men heldur í nýggjari lóg at kjølfesta hana á tryggari og fastari grund.

Loysnin er tískil ein loyvisskipan undir greiðum treytum og fullum gjøgnumskygni. Afturfyri skal fiskivinnan rinda eitt rímiligt tilfeingisgjald til landskassan, so at hon framhaldandi kann hava yvirskot til tess at endurnýggja seg sjálva, samstundis sum fiskimaðurin fær sín rættvísa lut í tryggari og góðari inntøku.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder