2014-12-05 16:28
Jupiter hevur verið í Norðsjónum, har teir hava trolað eftir rossamakreli, men tað kom einki burturúr, hóast fitt var at síggja. Føroyingar eru ikki vanir at fiska rossamakrel, hini skipini á leiðini brúktu nót, ímeðan Jupiter trolaði.
Jupiter er nú áveg heim, teir verða á Fuglafirði í kvøld.
Nú kemur Jupiter at liggja, tað er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal fáast frá hondini, soleiðis at klárt verður at fara aftur til fiskiskap fyrst í januar.
Tummas T. royndi eisini eftir rossamakreli, teir fingu 35 tons, Tummas T. skal landa rossamakrelin á Tvøroyri í morgin, teir fáa uml. kr. 7- fyri kg, rossamakrelurin vigar uml. 350 gramm/stk. - Tummas T kemur nú at liggja til fyrst í januar komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald