2017-09-20 08:06

Tað passar ikki, Høgni!
Í dag segði Høgna Hoydal á tingsins røðarapalli, at man roynir at broyta málið um keyp og sølu av rættindum, so at tann, sum fyrr "keypti rættindi" frá einum privatum, sum ynskti at sleppa út úr vinnuni, nú skal "keypa" loyvið frá landinum, so at pengarnir ikki enda hjá tí privata, men í landskassanum beinavegin.
Tað, sum Høgni Hoydal ikki nevndi er, at tað er ein sera stórur og grundleggjandi munur á, sambært hesum fiskivinnuuppskotinum. Fyrr keypti tú møguleikan einaferð og tað var tað. So hevði tú møguleikan, inntil tú koyrdi hann víðari. Áh tann dýrabari tryggleiki, ið tað hevur verið fyri vinnuna. Tíverri, so verður tað ikki soleiðis framhaldandi, um Høgni Hoydal fær sín vilja. Loyvini, sum reiðaríðini kunnu keypa sær rættindi til frá landinum, verða bert galdandi í 8 ár. Sostatt skal tú also keypa rættin til at læna eitt loyvi. ??ttin av, at fara frá óavmarkaðum loyvi og til eitt maks 8 ára loyvi, fer at skapa alt ov stóran váða til íløgur í allari vinnuni sum heild og verður ikki til gagns fyri nakran fiskimann ella kvinnu yvirhøvur!
Vælsignaði Høgni, hugsa nú um annað enn høvuðsstaðin. Áleið 90% av peninginum, sum kemur inn úr fiskivinnuni, verður nýttur til útreiðslur í høvuðsstaðnum. Er tað ikki nokk, ella er tann beiski veruleikin bara tann, at tú vil hava meira pening sprændan av bygd og inn í høvuðsstaðin? Um so er, so er tað væl skilligt, tá ið tú, Kristina Háfoss og restin av samgonguni bumba almennu útreiðslurnar upp í topp. Onkustaðni skulu pengarnir jú koma frá, fyri at fíggja tykkara almenna gildi suðuri í høvuðsstaðarøkinum. Fyrr varð sagt, at tað var pínufult at drepast spakuliga, men eitt skulu tit eiga. Tit megna at drepa orkuberandi oynnar óvanliga skjótt.
Tað verður ein dagur, tá ið hetta fíggjarliga óskili ikki gongur meira. Tann dagurin er neyvan langt vekk, um samgongan stendur saman og pressar hetta máli ígjøgnum løgtingið. Gævi at tað ikki verður so.
Eyðstein
Zachariasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald