Um hálvgum fimmtíðina seinnapartin í dag fekk
MRCC boð frá Eysturbúgvanum um, at Nýborg hevði fingið ein brotasjógv - fleiri rútar
vóru brotnaðir, maskinurnar slóknaðu og ein maður hevði fingið skaða - brotnan
arm.
Avgjørt
varð at senda tyrluna til hjálpar, hon fór úr Vágum umleið ein tíma seinni, og
setti kós suður móti markinum. Nýborg var tá staddur góðar 130 fj. suður úr
Akrabergi. Tað var stór alda á leiðini og vindferðin kom uppí 35 m/s.
Vit
á jn.fo hava í kvøld tosað við ein frá tyrlumanningini, hann segði, at tyrlan
hekk í eini 20 minuttir uppiyvir Nýborg, og tá ið teir heisaðu bjargingarmannin
niður 3. ferð gekk tað, og var hann settur niður mitt á Nýborg, stóra aldnan sum var
einar 12 metrar og nógvi vindurin darvaði arbeiðinum hjá teimum. Teir fingu tó
skadda mannin umborð á tyrluna í øllum góðum, til síðst leggur maðurin á
tyrlumanningini afturat, at tað krevur sín mann at klára slíka uppgávu.
Tyrlan
lendi við Landssjúrkahúsið við manninum umleið kl 19:45.
Les
eisini: Nýborg fekk ein sjógv- tyrlan boðsend.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald