2016-02-15 15:00
Eiðis kommuna boðaði í fjørð heyst frá at kommunan hevur gjørt sáttmála við Suðurhelvt, ein av tveimum hagapørtum, um vetrarfriðing á Eiði. Nú er sáttmáli um vetrarfriðing eisini gjørdur við Norðurhelvt hin hagapartin ið hevur vetrarbit í bygdini.
Nú sáttmálarnir eru komnir undir land, er klárt at vetrarfriða. Arbeiðið at vetrarfriða er drúgt, men arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í summar.Kommunan samtykti í 2015 at fíggjarnevndin fekk heimild at samráðast við hagapartarnar, sáttmálarnir skuldu í mesta lagið kosta kommununi 1,2 milliónir fyri mist vetrarbit. Hetta hámark á 1,2 milliónir er hildið.
Hagapartarnir hava verið sera samstarvshugaðir, og sigast má at partarnir hava havt eina góða og siðiliga tilgongd, sum at enda vísti seg at bera á mál.
Kommunan og hagapartarnir hava avrátt, at peningurin verður goldin aftur yvir fýra ár.
Enn eru smáting eftir at fáa upp á pláss, eitt nú skulu rulluportur endaliga staðsetast.
Tað skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald