Politikkur

Tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur

...

2015-08-21 20:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gongur væl í Føroyum, og fólkatalið fer nú at nærkast 49.000 og liggur um tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið.

Eg skal ikki geva Fólkaflokkinum ella samgonguni, ið nú situr, alla æruna fyri tað, tí vit eru vælsignað á so mangan og ríkligan hátt.

Men eg fari at minna teg á, kæri veljari, at tað ger ikki tað sama, hvussu tað verður stýrt ??? og tað ger sanniliga ikki tað sama, hvønn tú velur!

Og tá ið vit hugsa um tann øgiliga ágangin og grenjið frá andstøðuflokkunum hesi seinastu árini, so mugu vit siga, at hetta so ríviliga er gjørt til skammar!!

Minnist til tað, góðu føroyingar!

Eg havi valt enn einaferð at stilla upp, og eg ætli mær at gera alt fyri at standa vakt um grundsúlurnar undir okkara samfelag, sum byggja á okkara kristna arv ??? serliga hjúnabandið millum mann og konu!

Jógvan á Lakjuni

Valevni Fólkafloksins

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder