Nordlysid.fo skrivar: Tað var hugstoytt, at síggja nýggja og annars altíð jaliga og siðiliga fiskimálaráðharran, í sjónarpsstovuni í degi og viku geva til sjóndar, at hann ikki heilt hevur fata støðuna. Vinnan og vit øll onnur hava einki ímóti broytingum og tað skal verða okkara vón her á Norðlýsinum, at Høgni Hoydal verður júst maðurin, sum megnar at finna eina semju um ein nýggjan og tíðarhóskandi fiskivinnupolitikk.
Men so má hann skilja álvaran av tí sum sagt verður. Tað er ikki ein nýggj skipan ella 2018 sum ræðir vinnuna, men fráboðanin um at alt grundarlagið undir vinnuni skal um eina uppboðsølu. Tað er tí virði á føroysku vinnuni er í fríðum falli. Hetta er ikki so trupult at skilja, men tað sita mong, sum just hava áhugað í tí, sum veruliga hendir í løtuni, ikki minst øll tey, sum longu hava kapitalisera síni loyvi og m.a. ganga í Havnargøtum, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald