Vinna

Tað eru bara tvey føroysk skip á svartkjaftafeltinum

...

2016-01-08 04:44 Author image
placeholder

 Í dag hava tað bara verið tvey føroysk skip á svartkjaftafeltinum - tey eru Næraberg og Fagraberg. Hini komu øll inn í gjár undan óveðrinum og summi skuldu landa. Eini trý russisk svartkjaftaskip eru í føroyskum sjógvi, eisini eru tvey íslendsk - Jón Kjartanson kom á Fuglafjør í gjárkvøldið og Børkur er á feltinum sunnanfyri.

Í kvøld hevur Finnur Fríði loyst av Tvøroyri, har teir landaðu góð 600 tons í gjár og í dag.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder