Politikkur

Tað er ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt

...

2021-06-09 17:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???Tað er ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt???

Tað var Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ið setti løgmanni fyrispurning í samband við, at tað í fjølmiðlunum er komið fram, at eitt útlendskt reiðarí hevði flutt hýrur til fiskimenn gjøgnum føroysku FAS-skipaina, hóast henda er ætla til farmaskip.

Løgmaður sigur í svarinum til Sirið Stenberg millum annað at ilt er at koma til aðra niðurstøðu enn at FAS skipanin er misnýtt.

Men tað tykist ikki, sum løgmaður ætlar at gera meira við málið. Tí í svarinum til Sirið Stenberg, sigur løgmaður, at tá Samherji er eitt útlendskt felag fellur tað uttan fyri málsræðið hjá landsstýrinum at taka støðu til, hvørt framferðarhátturin hjá Samherja eigur at fáa avleiðingar fyri felagið.

Vit eru til reiðar at fara til verka, so vit aftur kunnu fáa fiskivinnuna á føroyskar hendur.

Alt svarið kann lesast her:https://www.logting.fo/documents/48087

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder