2016-04-14 20:48
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð kl. 1 í nátt við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, tá ið teir fóru fyri vágnum her í Sandavági, Christian í Grótinum hevur bara verið á feltinum í 3 døgn, teir søgdu, at støddin á svartkjaftinum lá um 160 gramm.
Væntandi verður Christian í Grótinum klárur at fara nýggjan túr á middegi í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald