Føroyar ??? Ongland 1-3( 25-21, 12-25, 13-25, 17-25)
Í morgun kl. 9.30 spældu føroysku U17 genturnar fjórðingsfinalu ímóti Onglandi. Ongland hevði í sínum innleiðandi bólki m.a. koppað Danmark, so mótstøðan fór at vera hørð.
Vístu hvat tær dugdu
Ein gjøgnumgangandi avbjóðing hjá liðnum hesa kappinina hevur verið at spæla sum eitt samanhangandi lið. Í fyrsta settinum spældi liðið sum ein sterk eind, har alt frá móttøku til heving til álop virkaði væl saman, umframt at blokkurin var har, hann skuldi. Liðið helt seg alla tíðina frammanfyri Ongland, hóast tað mitt í settinum kom niður á 1 stig á muni. Fyri fyrstu feð í kappingini hevði liðið neyðuga yvirskotið og trúnna á egin evni. Og tá kunnu tær, hvat tað skal vera. Tíverri vendi dysturin í 2. og 3. setti, tá ið servurnar frá Onglandi góvu gentunum stórar trupulleikar, og Ongland vann hesi bæði settini rættiliga lættliga.
Fjórða settið var nógv betri, burtursæð frá byrjanni, tá ið Ongland vann seg framum 8-2, og tann leiðslan helt á ígjøgnum settið. So statt spældu genturnar upp ímóti Onglandi langar løtur, og alt í alt er hetta nógv besti dysturin higartil.
Føroysku genturnar skulu kl. 14.30 spæla dyst ímóti Noregi um 5-7 plássið. Í morgin er seinasti dysturin, tá ið allarhelst Danmark stendur yvirav føroyska liðnum
Dagsins leikari: Sissal Ellefsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald