Politikkur

Tá ósannindi verða brúkt sum politiskt vápn

...

2015-11-25 03:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ofta eru vápnini ótespulig, sum verða brúkt, tá á stendur politiskt. Soleiðis var í Løgtinginum í dag.

Undir viðgerðini av hjúnabandslógini nevndi ein tjóðveldiskvinna, at fólk høvdu tað betur í teimum londum, har lógir vóru samtyktar, sum loyvdu giftu millum tvey av sama kyni.

Eg nýtti høvið at vísa á, at soleiðis upplivdu tey tað neyvan í Brúzzel og aðrastaðir í Belgien, har tey illa tora út fyri dyr í dag ella í Svøríki, har kappast verður um at seta eld á flóttafólkalegur ella í Týsklandi, har tey ongantíð hava uppliva so mong álop á flóttafólk- fyri ikki at nevna støðuna í París.

Tingkvinnan svaraði m.a. aftur, at alt hetta hevði sín uppruna í religiøsari fanatismu.

Tá hesi tíðindi vórðu borin út um tinggátt, ljóða tey bráddliga, at eg skal hava givið broytingini í hjúnabandslógini og teimum homosexuellu skuldina fyri sorgarleikirnar í Paris og ófriðin runt Europa.

Sjáldan tími eg at gera viðmerkingar til slíkt, men ein fitt kvinna spurdi vinaliga á facebook, um eg kundi siga, hvat eg veruliga hevði sagt í tinginum í dag um hetta. Tað er hervið gjørt- og eg takki fyri høvið

Jenis Kristjan Av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder