Vinna

Tá ljósið í tær blívur til myrkur, hvat øgligt verður tá myrkrið

...

2016-08-08 22:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá ljósið í tær blívur til myrkur, hvat øgligt verður tá myrkrið.

Soleiðis tók tippoldurabbin hjá fiskimálaráðharranum til, tá harðast leikaði á, hann visti eisini, hvat hann tosaði um.

Til ber ofta at seta upp eitt arbeiði í eina trappumodell har fyrsta trinið er ástøði (teori) síðani royndir, vísdómur og at enda trúgvin. Arbeiðið sum skipari í nógv ár hevur víst mær á ómetaligar stórar broytingar, ikki bara í fiskiskapinum, men á nærum øllum økjum; veðrið, hitin, sjóvarhitin, fiskagongdir og fiskasløg v.m. kunnu í dag nágreiniliga siga, at við teim fyritreytum seinastu 40 árini hendi tað og tað. Men tað er ongin, ið kann siga, hvat kemur at henda næstu 40 árini árini, hvørki so ella so. Av øllum framtíðar mettum prognosum um náttúru verður ein munandi partur mettar skeivar at verða.

Tá byrjað verður at lesa eina bók, byrja vit á fyrstu síðu og enda á seinastu síðu. Nú vit skulu seta tøl á náttúruna, byrja vit við øvugta endanum fyrst, hvat úrslit ynskja vit okkum. Ikki er mítt náttúruvit meira enn hjá øðrum, men mín skepsis er grundað á royndir. Mín ???miðnámsútbúgving??? er undir Føroyum við góðum lærara, ið tók náttúruna í størsta álvara, mítt ???Harvard??? er sum skipari í norðurhøvum.

Sum fiskurin í sjónum er fuglurin í luftini, og tað eru eisini løtur sum skipari, at neyðugt er at lyfta seg langt upp og hyggja niður yvir økini, í sínum egna hugaheimi, spyrjandi hvat er tað, sum hendir.

Í skrivandi stund sita okkara kosnu í ramasta álvara og viðgerða ein niðurskurð fyri húkaveiðu á nærleiðum 30 procent.

Hvør er tað, ið fær ljósið hjá Høgna at sløkna og blíva til kolaniðu, tí skilamaður er. Hygga vit kring landið, er í fleiri støðum, miðalaldurin á útróðrarmonnunum væl oman fyri 70 ár, tilgongdin av ungum fólki er nul og fiskimennirnir minka í stórum, hvar er trupuleikin, er ikki maðurin við lýggjanum ríkiliga nær bæði fyri mannin og bátin.

Frá húkaveiðuni verður tosað um góð tekin til øktan fiskiskap, mín ótti er, at fær ein niðurskurur alla æruna fyri økta fiskiskapin, er alt fullborðið.

Siti mangan sum kánus - hvat er tað, ið hendir, nær finni eg vísdómin? Eitt er vist, fiskiskapur ella biomassin kann ikki lýsast í fermetrum, men sum volumin, og tað er kanska nettup her hundurin liggur grivin. Hvør snellumaður kennir ikki til at liggja við turrum dekki meginpartin av degnum, men tá rákið vendir og alt passar, so fáa uppí kassarnar eina lítla løtu? Dømini eru óteljandi; línumaðurin og rætta ráki, trolarin og morgunhálið. Eitt ættarskifti ávirkar fiskiskapin niðri á 1000 metrum, fiskur fyllir seg við smásteinum, royndir vísa eisini, at summar dagar eru bert kvennfiskur á línuni ??? mær vitandi er onki lívfrøðiligt svar, men bert vísdómur og royndir.

Eitt gott dømi um at fiskiskapur og volumin hanga saman var í Barentshavinum í vár. Hóast økið bert var 4x10 sm so kundi 6 skip ella 14 trol liggja í sama stað í 14 dagar. Fiskiskapurin broyttist ikki, hvørt tov 700 kg um tíman. Hetta hóast hvør fermetur var troyttur longu tann fyrsta dagin, so setti rækjan til allatíðina, ikki frá síðunum, men tað regnaði niður, eitt gott dømi, tá allur vatnmassin hevur sama hita, so er rækjan í voluminum.

Haldi at førleikarnir hjá Havstovuni ikki eru tryggir nokk til okkara samfelag, ið so tætt er knýtt at fiskivinnuni. Rannsóknarskip við fastløgdum tógum frá landi er ein veik skipan, fiskurin flytur seg eftir lýkindinum. Í fjør var eitt grefligt dømi, meðan føstløgdu tógini hjá rannsóknarskipinum í Grønlandi bert góðu nakrar fáar kurvar, so funnu rækjubátarnir stórar nøgdir beint við síðuna av. Stóri spurningurin er hvat vektar meira tá ein biomassi skal metast. Desverri er tað so, at kurvin vektar meira enn rokfiskiskapurin í sama øki. Vinnan vil og eigur at takast við, so metingin verður so neyv sum gjørligt. Brúki okkara egnu skip, bátar og teirra reiðskap. Latið skiparin finna fiskin, so kann havfrøðin skriva upp, tíðir, stað, dýpir, streym, hitan, útgerð, fiskagongdina, broytingar osv osv.

Tað er ein stoltleiki at byggja nýtt rannsóknarskip, men tað broytir ikki hugburðin til verandi fiskiskap og eftir teirra meting sjúku fiskidagaskipan. Vit eiga øll skipini, ið gera kunnu flestu royndirnar, samstundis verður metingin nógv neyvari. Latið heldur landssjúkrahúsinum og teim sjúku hasar pengarnar, ið skipið kostar, sorry.

Móses ella Adolf Hansen
Um nakrar dagar skal so politiskaskipanin samtykkja ein niðurskur á 30 % av fiskidøgunum, grundað á trúnna um eina oyðimarkagongd. Góðu løgtingsfólk! Trúgva tit gongdini, er eitt at gera, finnið tykkum ein Móses við drúgvum royndum. Ikki kann tað hava verið gott í oyðimørkini tá fólkið eftir 40 ár ynsktu seg aftur til trælaríðið í Egyptalandi og at skava innan kjøtgrýturnar. Kanska verður betri hjá okkum um 40 ár og vit náa hitt lovaða landið, men tá verða núverandi útróðrarmenn nokkso gamlir. Við lomvigafriðingini hava 40 ár ikki munað nógv.

Fleiri røddir á sjónum hava verið frammi og vísa á, at nú gongur munandi betur enn undanfarin ár. Tað røkist fyri broytingum á grunnunum, men hinvegin, so eru stongu leiðirnar so mikið nógvar, at ilt er at fáa røttu myndina. Metir vinnan seg hava nóg gott hald í hesum, so góðtaka tit ikki niðurskurðin. Finnið tykkum ein Adolf Hansen, nú røkka harmatónar ikki longur.

Bestu summarkvøðu til tykkum øll av Stóra Hellefisk
Linjohn Christiansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder