Politikkur

Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst!

...

2017-02-01 19:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógv kjak hevur verið um hvat ætlanin viðvíkjandi undirsjóartunnlunum hevur verið frá byrjan, um teir eftir at lánini eru goldin, framvegis skulu metast at vera uttanfyri almenna vegakervið.

Í broytingaruppskotinum í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, dagf. í Fíggjarmálaráðnum tann 14. februar 2002 er eingin ivi um hvat ætlanin er.

Har stendur m.a. í viðmerkingunum:

Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. 

Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørlig, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.

Les broytingaruppskotið og viðmerkingarnar til broytingaruppskotið HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder