Politikkur

Tá hanarnir gala

...

2018-04-14 06:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

-        og halda, atteir fingu sólina at rísa

Farna vikuskiftið høvdu javnaður ogtjóðveldi landsfundir í Klaksvík.

Við dyggari miðlaumrøðu ogviðmerkingum frá poltiskum eygleiðarum ??? politiskt samsintum, vórðu lurtarar,hyggjarar og lesarar geitaðir um trupulleikar og møguleikar, hesir báðir sosialistiskuflokkarnir hava fyri stavn.

 

Álvarsligu greiningarnar avpolitisku avbjóðingunum komu í hæddina, tá miðlarnir góðvarnir tóku á seg atendurgeva bornu politisku páhaldini og sjálvrósið úr Klaksvík, samstundis sumfarið var væl um vikuskiftið, tá lurtarar og lesarar framvegis vórðu leskaðirvið greiningum frá virknum sum óvirknum politiskum verjum.

 

Fiffini

Sjálvsprísanin hjá floksformonnunumum at hava rokkið stórbærum málum - málum, ið sambært politisku monologunum onnurikki megnaðu at loysa, mintu ikki sørt um lýsingarfiff fyri sølugassi.

Frættusnildirnar hjá floksformonnunumvóru kryddraðar við tilgjørdari sjálvsrannsakan um at gongdin ikki hevði veriðvøkur. Kortini er ongantíð komið so nógv av skafti, varð avdúkað...

 

So hóast oddamenninir av órøttum(sjálvandi) hava verið offur fyri trúloysingum í samgonguni, so hevði samgonganvent gongdini ???  fólkafráflyting tilfólkatilflyting, ovurstóru virðini í samfelagnum eru komin í øllum fólkinum tilgóðar, skattalætti til lág- og miðallønt, fólkapensionistar meira at liva av,fyritíðarpensionistar fingið eitt lyft, arbeiðsloysið metlágt,landskassaarvurin við milliarda halli var eftir einum ári vorðin til stórtavlop ??? undirskot vent til yvirskot o.s.fr.

 

???Álvaratos. Tað kunnu vit í Javnaðarflokkinum meir enn so vera errin um???,messaði løgmaður erpin, meðan hin floksformaðurin njóraði um samfelagsanda, uppbygging og samhaldsfesti ??? heldur ennniðurgerð og egingirnd og kundi staðfesta, ???at nógv er avrikað og stór tøk tikin ??? ja, tað mesta, ið eg veit um ínýggjari tíð???.

 

Mikrofonhaldarí

At góða gongdin í samfelagnum íminsta mun er orsakað av førda politikkinum, kom slettis ikki floksformonnunumtil hugs ??? og eingin miðil setti teimum viðkomandi og avdúkandi spurningar umtað, bert endurtøkur og mikrofonhaldarí.

 

Hví vóru floksformenninir ikki konfronteraðirvið sannroyndina,

·        at fólkatilflytingin og vøksturin tók dik á seg longuí 2013,

·        at undanfarna samgonga minkaði undirskotið fráhálvari milliard til nærum javnvág í 2015,

·        at arbeiðsloysið í sama tíðarskeiði fór úr 7,5 %niður í 2,5%,

·        at allar inntøkur undir 5500 kr um mðr. gjørdustlandsskattafríar,

·        at givni skattalættin í hesum valskeiðinum nærumer skorin eftir sama leisti, sum borgarliga samgongan fyrireikaði,

·        at allar fráboðaðar afturrullingar av flatskattiog forskatting av pensiónunum nú ósmæið verða innroknaðar í samgongureypið og samgongansoleiðis hevur gjørt ???kavráða, týnandi og kensluleysa??? borgarliga politikkin tilsín egna

·        og at eingin grundleggjandi lógarbroytingyvirhøvur er framd, sum hevur orsakað áhaldandi framgongdina í búskapinum?

 

Ja, viðmerkingarnar til sjálvrósiðkundu verið ótaldar, men har kom ikki eina tann einasti avdúkandi spurningur ???eingin kritiskur journalistikkur, so eiðasørt.

 

Alt dult

Heldureingir naskir spurningur um,

·        hvííhaldni borgarligi fíggjarpolitikkurin annars er sleptur og at almennuútreiðslurnar nú ótamdar dundra uppeftir og eru farnar um tær 800 mio afturat síðani2015,

·        hvíminst helvtin av almenna útreiðsluvøkstrinum tilætlað er kamufleraður í grunnumog øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum,

·        hvíkommunurnar nú verða spentar fyri at rinda fyri partar av almenna ballinum,uttan tær yvirhøvur eru spurdar

·        ogum ætlanin framhaldandi er at krevja enn meira eyka inn frá borgarum og vinnuniat rinda fyri vaksandi almenna marglætið - higartil omanfyri hálva milliard?

 

Menalt verður dult, tí eingin spyr.

 

Sóla sær

Ístaðinsluppu floksformenninir ókritiskt at greina tekstin fyri lesarum, lurtarum oghyggjarum.

Partskendamiðlingin gav greiða fatan av, at stavnamenninir eru so sannførdir um egnandugnaskap, at teir sum hanar liva í teirri sælu vissu, at sólin rísir, tí teirgala.

Oghvís skulu teir ikki tað?

Einginspyr ella fortelur teimum ella lovprísandi floksumboðunum á vaglunum, at støðaní veruleikanum er beint tann øvugta. At júst tí at sólin geislar, so kunnu teirsóla sær í tí, sum onnur undan teimum hava avrikað.

Avrik,sum av somu stavnamonnum og teirra verjum blivu háðað og speirikin, til teysjálvi ósmæðið gjørdu borgarligu úrslitini til síni egnu.

 

 

BjarniDjurholm

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder