Politikkur

Tá eina valdømið legði politikarar úti um landið at sova

...

2014-11-10 21:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Framtíðar politikarar, sum vit síggja longu,fara at verða sera varnir at mótmæla skeivu gongdini av eini størri miðsavnan

At økini úti um landið liva og yvirliva er primervinnuni fyri at takka. Her sprettir og grør okkara útflutningsvinna, sum fyri tað allarmesta snýr seg um meiri- ella minni liðugtgjørdar fiskavørur, aling, uppisjóvarfiskur ella botnfiskur frá nær-, mið og fjarleiðum.

Lat sligið vera fast, tá vit hoyra politisku krøvini úr høvuðsstaðnum, at ???vit vilja eisini hava lut í ???okkara??? parti???, uttan at hava rætt hond frá síðu afturímóti teimum, sum í fleiri tíggjuáraskeiðum við djúpum niðurgongdum og til tíðir áhugaverdum uppgongdum (tað er serliga tá, krøvini koma), hava gjørt risaíløgur bæði í reiðum peningi og annars við fígging, har virðini bæði á sjógvi og á landi hava verið sett í veð! Samstundis hava hesir leitað, granskað og gjørt grundleggjandi arbeiðið.

Men vandi er í hvørjari vælferð, so er eisini her!

Eina valdømi eftir 7 árum

Fyri nú 7 árum síðani fingu Føroyar nýggja valskipan, sum var samtykt við einum sera tunnum meiriluta ??? men ein meiriluti er ein meiriluti - sum hevði til endamáls at miðsavna Føroyar inn til høvuðsstaðin.

Árini frammanundan vóru ikki so fáar tillaðingar gjørdar, so lagað var manni at taka grundarlagið undan stovnum, sum lógu úti um landið. Bara fyri at taka eitt dømi fyribils, tá sjúkrahússtýrini fyri árum síðani, sum vóru sannar skorður undir einum víðfevndum sjúkrahúspolitikki, eftir tógvið stríð vórðu niðurløgd. Ein elegant tillaging! ??? Mong onnur átøk eru síðani framd.

Hetta hevði eitt endamál, nevniliga, at taka skorðurnar undan Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. ??? Hinvegin hevur tað mangan undrað meg, at bæði Suðuroyar- og Sandoyartingfólk hava gjørt seg inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, heldur enn at standa saman um hendan virðismikla partin av heilsuøkinum og mótvirkan av miðsavnan sum heild. ??? Vit hava tó havt onkrar politikarar, sum hava gjørt vart við, tá alt ov harðliga er farið fram. Tað hevur eisini gjørt, at onkrar smærri út- og nýbyggingar eru framdar á onkrum stovnum úti um landið.

Dimmist í havsbrúnni

Kemur ongin broyting, koma vit frameftir at síggja í stuttum hetta:

??? Høvuðsstaðurin hevur alt fleiri verljarar, hevur uppgangandi almenn arbeiðspláss, sum nú fyrstu komandi árini fara at økjast, við vælútbúnum fólki, sum fara at luttaka í serliga almennum stovnum, meðan skorður verða tiknar undan heil- og hálvalmennu arbeiðsplássum úti um landið.

Framtíðar politikarar, sum vit síggja longu, fara at verða sera varnir at mótmæla gongdini av eini størri miðsavnan.

Hinvegin hava vit ferð eftir ferð hoyrt politiska-, embætismanna og fjølmiðlajørðildið saman við øðrum tosa um, herviliga orðadráttin av lokalpolitikki, sum hevur tikið seg fram, eftir eina valdømið var samtykt uttan tó, at hetta hevur steðgað miðsavningini ??? heldur tvørutrímóti.

Livst so spyrst, men dimmið hómast í havsbrúnni, politikarar úti um landið hava alt meiri ilt við og tora verri at standa saman, tí atkvøðurnar alt meiri eru miðsavnaðar. Hetta er ófrættakent, eisini tí, at nú dyrgja politikarar og búskaparfrøðingar eftir hægri tilfeingisgjaldi frá fiskivinnuni fyri at uppihalda miðsavnandi almenna rakstrinum, sum er við til at taka grundarlagið undan tænastufyritøkum úti um landi???!

Lands- og lokalpolitikari

Ja, væl varð arbeitt hjá teimum, sum vildu hava eina valdømið og enntá,fingu teir onkrar politikarar við sær, fyri spakuliga og eligant at lata teir sjálvar gera av við egnu økini úti um landið. ??? At vera lokalpolitikari í høvuðsstaðnum er ???landspolitikari???, meðan landspolitikari úti um landið er ???lokalpolitikari???, so væl hava hesi klára at kveistra veruleikan til viks.

Sjey ár eru nú liðin, síðani ???eina valdømið legði politkarar úti um landið at sova???, og spennandi verður at síggja útviklingin komandi 7 árini!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder