So er fyrsti nýggi jólasangurin komin út í ár. Tað eru fløguaktuellu ???Systrar???, saman við restini av familjuni, ið hava sungið nýggja sangin, sum ein teirra ??? Linda Petersen ??? hevur skrivað og smíðað lag til. Sangurin kann takast niður ókeypis á heimsíðuni www.systrar.fo
So vítt kunnugt er eingin nýggjur jólatónleikur komin út á føroyskum í ár, men
nú er fyrsti og helst einasti jólasangur í hesum árinum komin. Tað eru
???Systrar???, sum í oktober góvu út nýggja fløgu við egnum tilfari, ið nú eisini
hava innspælt og geva út egnan jólasang.
Tað er næstyngsta systirin, Linda Petersen, ið hevur smíðað bæði orð og lag til
sangin, ið hevur heitið, ???Hava tit sæð barn???.
Eitt stuttligt við útgávuni er, at tað er nærum øll familjan í trimum
ættarliðum, sum upptraðka á sanginum. Eisini eru øll ættarliðini umboðaði við
solosangi á útgávuni. Tey eru 9 ára gamli Dávid Justinussen frá 3. ættarliði,
Margit Jusinussen ??? mamma Dávid ??? sum er ein av systrunum, frá 2. ættarliði, og
Tina og Theodor Petersen úr 1. ættarliði, ið eru ávikavist foreldur og omma og
abbi í familjuni.
Partur av tónleikinum er tikin upp í Nashville, gittarspælið er upptikið í
Svøríki, meðan sangurin er sungin inn í Krisstuff-Studio í Tórshavn, har eisini
okkurt av tónleikinum er innspældur.
Eins og við fløguni hjá ???Systrar???, sum kom út í oktober, er tað Jákup
Zachariassen, ið hevur framleitt nýggja jólasangin, meðan ??li Poulsen hevur
miksað og mastrað.
Systrarnar siga, at talan er um eina beinleiðis jólagávu til føroyingar bæði
heima og úti, sum liggur á heimasíðuni www.systrar.fo, har jólalagið kann
takast niður ókeypis.
Jólini hava altíð havt eitt serligt pláss hjá systrunum, og fyri skjótt nógvum
árum síðani kom jólasangurin ???Friður á jørð??? út. Tað er elsta systirin, Anna
Sofía Mellemgaard, sum gjørdi orð og lag, og systrarnar Margit Justinussen og
Linda Petersen, ið sungu sangin.
Hoyrið
lagið, síggi myndir og lesið meira á www.systrar.fo
Fakta um nýggja jólasangin
Systrar við familju syngja
"Hava tit sæð barn"
Orð og lag: Linda Petersen, 2011
Solo: Dávid Justinussen 9 ár, Tina Petersen, Margit Justinussen og Theodor
Petersen
Dávid Justinussen, 9 ár, Eva Justinussen, 14 ár, Rakul Petersen, Linda Petersen, Margit Justinussen, Gunnar Justinussen, Anna Sofía Mellemgaard, Henrik Mellemgaard, Tina Petersen og Theodor Petersen
Keyboard: Gordon Mote
Trummur: Paul Lime
Bassur: Jimmy Lee Sloas
Gittarar: Jan Zachariassen
Klokkuspæl: Jákup Zachariassen
Slagverk: ??li Poulsen
Framleitt: Jákup Zachariassen
Miksað og mastrað: ??li Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald