2016-05-29 09:03
Stóra familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag heldur fram í dag - millum kl 14 og 18 hava børn og barnsligar sálir møguleikan at hitta alskyns djórasløg í hugnaliga umhvørvinum hjá ríðifelagnum úti í Havnardali. Nógv fólk vóru á økinum í gjár og fólk eru longu í morgun farin at rigga til, so økið er klárt at taka móti fólkum kl 14 í dag.
Eitt sum er heilt serligt í ár, er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku. Sera nógv boð eru komin inn og verður vinnaranavnið avdúkað kl. 18 í dag, tá Djóradagar enda við einari stórari rossaframsýning, Vinningurin er atgongumerkir til Djóradagar 2017 og ein ríðitúrur á tí sera fryntligu ryssuni Evu, tað skrivar ross.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald