Mentan

Syngið og Dansið við á ellis- og røktarheiminum Hamragarði í Vági

...

2016-04-28 13:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Dansibandsfestivalinum 27. apríl 2016

Dansibandsfestivalurin í Vági verður á 3. sinni vikuskiftið 6. og 7. mai. Skráin hevur verið útbygd ár um ár, og í ár verður eitt annarleiðis spennandi Syngið og Dansið við tiltak á skránni.

Endamálið við Dansibandsfestivalinum er, at hann skal røkka út til so nógvar ymiskar áhugabólkar sum gjørligt við einari fjøltáttaðari og spennandi skrá. Skráin fevnir longu um dans, dansifrálæru, Dansibands-gudstænastu, gongutúrar í Vági og í náttúruni kring Vág, grillkvøld og hugnaløtu við sangi og tónleiki.

Og sum nakað nýtt fer Dansibandsfestivalurin í ár at skipa fyri Syngið og Dansið við tiltaki á ellis- og røktarheiminum Hamragarði í Vági. Hentsar og Árni fara at spæla góðan harmonikutónleik og Anna Kirstin Thomsen luttekur eisini í samband við dansin. Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Syngið og Dansið við tiltakið er eitt ókeypis tiltak, sum er ætlað aldursbólkinum 65+ og sum verður skipað í samstarvi millum Dansibandsfestivalin og eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

Syngið og Dansið við tiltakið byrjar kl. 14.00 fríggjadagin 6. mai og endar umleið kl. 16.00

Fyrirreikingarbólkurin
Dansibandsfestivalurin í Vági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder