2016-01-11 23:16
Ein 15-ára gamal skúlanæmingur er deyður eftir at verða stungin við knívi á Gøingeskolan í Broby í Suður-Svøríki
Tað var stutt eftir middag í dag, at hendingin fór fram í Gøingeskúlanum í Broby. Ein 14-ára gamlal næmingurin leyp á ein 15-ára gamlan næming við knívi.
Tann skaddi var alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, men seinnapartin varð sagt, at tann 15-ára gamli næmingurin var deyður á sjúkrahúsinum, tað skrivar kristianstadsbladet.se.
Næmingar frá Skúlanum á Giljanesi hava havt samband við Gøingeskúlan, tað var skúlaárið 2012/2013 at svensku næmingarnir vóru í Føroyum og somuleiðis vitjaðu næmingar frá Skúlanum á Giljanesi í Broby í Suður-Svøríki.
Les meira HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald