Ítróttur

Svimjing um Nólsoyarfjørð 16. aug 2014

...

2016-08-04 21:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Svimjing um Nólsoyarfjørð 16. aug 2014

Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur í nógv ár verið á Ovastevnu, t.v.s. annað/triðja vikuskiftið eftir ólavsøku.

Í ár verður eisini soleiðis! Hetta hevur verið at lisið á Facebook, har tilmeldingin eisini fer fram. Kappingin er fyri motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.

Hetta er seytjanda árið á rað, at skipa verður fyri stuðulssvimjing til frama fyri svimjihyl í Nólsoy og verður í ár kryddrað við at svomnir verður tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Fyri at fáa alt at ganga sum best og at tryggja, at trygdin er í lagi, møtast øll hjá radioamatørunum kl. 8.00. har kunnað verður um tiltakið og aðrar fráboðanir, ið skulu til.

Klokkan 9.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá radioamatørunum. Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina uml. kl 10.00.

Málið hjá báðum bólkum er ??risportrið á keiini í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, er neyðugt at renna seinasta teinin. Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land.

Svimjarin skal fáa til vega:
1. Froskmanna- ella triatlonbúna.
2. Bát at fylgja sær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
3. Báturin skal hava VHF.
4. Hampuliga venjing.

Tilmeldingargjaldið er 100,00 kr. fyri longra teinin og 50 kr. fyri styttra.

Tað skal gjaldast á konto 6460- 1593767, merkt Stuðulsnevndin.

Til ber eisini at melda til á startmálinum:

Samskiparar eru:

Erlendur Simonsen

Evald Rasmussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder