Ítróttur

Svimjing um Nólsoyarfjørð 13. aug 2016

....

2016-08-07 15:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv:

Svimjing um Nólsoyarfjørð 13. aug 2016

Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur í nógv ár verið á ovastevnu, t.v.s. annað vikuskiftið eftir ólavsøku.

Í ár verður eisini soleiðis!

Hetta hevur verið at lisið á FB:  Súkkling og triathlon og Nólsoyarsvimjingin har tilmeldingin eisini fer fram. Kappingin er fyri motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.

Hetta er 19 árið á rað, at skipa fyri ssvimjing um Nólsoyarfjørð og verða í ár aftur svomnir tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Erlendur Simonsen, maðurin aftanfyri svimjingina, er hin einasti, ið hevur svomið hvørja ferð. Hann byrjaði tiltakið sum eina stuðulssvimjing til svimjihyl í Nólsoy. Tiltakið er so broytt eitt sindur, kanska helst nú Nólsoyggin er komin upp í Tórshavnar kommunu. Nu er tiltakið mest at rokna sum ein minnissvimjing um Ova Joensen. Fleiri enn 100 fólk hava hesi 19 árini svomið um fjørðin. Fyri tey flestu er hetta ein stór avbjóðing, sum við einum sindri av venjing væl kann lata seg gera. Onnur venja miðvíst fyri at kappsvimja teir stívliga 4 km.

Á listanum niðanfyri síggjast 20 tær bestu tíðirnar:

Tíðirnar eftir rað

Raðfylgjan tað árið

Luttakarar

Ár

Navn

tímar

min

sek

1

1

(/7)

2012

Cecilia Eysturdal, 15 ár

1

7

48

2

2

(/7)

2012

Evald Rasmussen

1

12

57

3

1

(/3)

2004

Jóannes á Fløtti

1

17

7

4

1

(/6)

2001

Dia Jacobsen

1

20

27

5

1

(/6)

2005

Evald Rasmussen

1

20

30

6

1

(/13)

2015

Evald Rasmussen

1

20

52

7

1

(/5)

2006

Evald Rasmussen

1

20

54

8

2

(/13)

2015

Remi Lamhauge

1

21

8

9

3

(/13)

2015

Erling Høgnesen

1

23

10

10

1

(/7)

2003

Dia Jakobsen

1

21

24

11

2

(/3)

2004

Evald Rasmussen

1

23

31

12

4

(/13)

2015

Oluf Færø

1

23

39

13

1

(/14)

1998

Hallur Stakksund

1

23

40

14

5

(/13)

2015

Erlendur Simonsen

1

24

14

15

6

(/13)

2015

Eyðun Húsgarð

1

24

18

16

2

(/5)

2006

Gunnar Dahl Olsen

1

24

35

17

7

(/13)

2015 

Ragnhild P ??stergård

1

25

22

18

1

(/4)

2009

Rói í Dali

1

26

5

19

2

(/7)

2003

Evald Rasmussen

1

26

42

20

2

(/6)

2005

Ingi Andreassen

1

27

0

 

 

??ll møtast hjá radioamatørunum kl.11.00
Klokkan 12.30 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Grønadam, niðanfyri hjá radioamatørunum.
Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina kl 13.30
Málið hjá báðum bólkum er ??risportrið á keiini í Nolsoy.
Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær.

Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær á land.

Svimjarin skal fáa til vega:
1.    Froskmanna- ella triatlonbúna.
2.    Bát at fylgja sær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
3.    Báturin skal hava VHF.
4.    Hampuliga venjing.

Tilmelding á FB: Súkkling og triathlon.

Tilmeldingargjaldið er 100,00 kr. fyri longra teinin og 50 kr. fyri styttra.

Tað skal gjaldast á konto 6460- 1593767, merkt Stuðulsnevndin.

Til ber eisini at melda til á startmálinum:

Samskiparar eru:         

Erlendur Simonsen

Evald Rasmussen

Tel: 583273

 teldupost: [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder