2015-09-09 17:31
Mánakvøldið hevði svimjifelagið ??gir sín árliga aðalfund.
Har møtti ikki nógv fólk til fundin, men tó so mikið, at ??gir fekk mannað eina nevnd.
Dann Hjelm og John D. Olsen tóku ikki við afturvalið og í teirra stað komu Josef Jacobsen og Rannvá Sigfríðsdóttir. Formaður er Símun á Høvdanum og eyka limir eru, Oluffa á Høvdanum og Carsten Wigant Andersen.
Fríggjarliga hevur gingið niður á bakka hjá ??gir í fleiri ár, men væntandi vendir gongdin í 2015/2016.
??gir hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingið ein útlendskan venjara, Jaime Arro, sum er frá Meksiko. Hetta hevur gjørt at limatali er økt munandi og er ætlanin tann, at Jaime skal fáa ??gir aftur á fremstu rok innan Føroyska svimjing.
Fyrsta svimjikappingin í hesum kappingarárinum verður suðuri í Vági tann 25 - 27 september.
Meira um ??gir á hesari Facebook síðuni, klikk her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald