www.foroyar.dk skrivar:
Í døgunum 27. mai til 1. juni verður Evropameistaraskapi í rógving í Póllandi, og miðvingurin Sverri Nielsen verður ein av rógvarunum hjá danska landsliðnum.
Sverri skal luttaka sum einstaklingur í tí sum eitur Single Sculler í tungvekt, og teinurin er 2000 metrar. Sum oftast verða teir bestu rógvararnir settir í hesar bátarnar. Ungi rógvarin úr Miðvági er í toppformi, men avbjóðingin er at fáa styrkina út í árarnar.
- Eg eri væl fyri, men rógving í einum báti handlar minst líka nógv um teknik, sum styrki. Eg rógvi skjótari enn eg nakrantíð havi gjørt áður í rógvimaskinunum, og tann skjótleikan royni eg nú at fáa yvirført til bátin. Onkuntíð gongur tað gott, aðrar dagar ikki so gott, so eg vóni bara at styrki og teknikkur ganga hond í hond, tá eg rógvi til EM, sigur ungi rógvarin.
Sverri, ið bert er 21 ára gamal, skal kappast móti heimsins bestu rógvarum, millum annað skal hann rógva ímóti núverandi heimsmeistaranum.
- Tað, sum er týdningarmikið í mínum róðri, er at halda teknikkin í teimum mittastu 1000 metrunum, tí teir fyrstu og síðstu 500 metrarnar, plagi eg at vera góður, sigur Sverri við www.foroyar.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald