2013-07-20 21:15
Nýggji Bjargingarbáturin hjá Vága Bjargingarfelag er í skrivandi stund útfyri Hvalba, so roknast kann við at SVERRI verður á Sørvági um gott 18 tíðina í kvøld ella møguliga seinni,
Teir hava silgt uml. 800 fj. til Føroyar - sí kort niðanfyri.
SVERRI hevur lagt leiðina eystanfyri Lítlu Dímun, so teir fara helst á Havnina áðrenn teir koma á Sørvág. Vit fylgja SVERRA og uppdatera so hvørt, sum vit vit meira.
Kl. 16.40 SVERRI staddur útfyri Húsavík.
Kl. 18.00 SVERRI liggur á Gomlurætt.
Skipað verður fyri móttøku á kaiini í Sørvági sunnudagin, 21. juli 2013 kl. 16, tá Sverri kemur, skrivar Vága Bjargingarfelag á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald