2017-04-11 08:17
Sverri Nielsen hevur í 14 dagar verið á venjingarlegu í Porturgal, hann sigur at har var fínasta veður, hitin lá millum 20 og 25 stig og tað var mestsum stilli.
Nú er Sverri aftur í Danmark, har er kalt og nógvur vindur. Men hóast tað, so er hann ígongd at fyrireika seg til fyrsttu kappingina, sum er Odense Langdistance, har róð verður 6 km. í kanalini í Odense. Kappingin verður um tríggjar vikur, sigur Sverri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald