2016-10-11 15:19
Svárt var nú at frætta deyðsboðini av mínum góða vini og samstarvsfelaga ígjøgnum fleiri áratíggjur, Sverre Midjord. Hansara so sterka hjartað, sum eitt langt lív hevur bankað so fast fyri heimstaðnum, ítróttini og teimum á niðastu rók, orkaði ikki meira. Mánanáttina takkaði hann fyri seg her á fold, 83 ára gamal og mettur av døgum.
Sverre var eitt av hesum menniskjunum, egaltíð havi vitað um og mestsum altíð havi kent. Sjálvur eri eg føddur og fyrstu árini uppvaksin í Trongisvági, so jørðildið var umleið tað sama, og illa hevur tann fylgt við og lurtað eftir har suðuri, sum ikki hevur hoyrt navnið og kenst við mannin, tí sera sjónskur var Sverri í nærumhvørvinum. Ikki var hann stórur á vøkstri, men persónligheitin var størri enn tær flestu.
Seinni komu vit at samstarva á fleiri økjum, og serliga í Ítróttasambandi Føroya høvdu vit eina drúgva tíð saman. Har untist mær at uppliva hetta serstaka menniskjað, ið ikki ræddist at hava eina meining um tingini og at halda fast um hana, og tað var ikki hansara stílur at tosa uttanum ella aftanfyri, tí hevði hann okkurt at siga, so bleiv tað sagt í tøkum tíma og á røttum stað. Sverre var trúgvasti og drúgvasti samstarvsfelagi, tú kundi ynskja tær, tí ongantíð vart tú í iva um, hvar tú hevði hann.
Fyrst og fremst var tað borðtennis, ið var hansara ítróttagrein, men eisini í hondbólti og fótbólti royndi hann seg, og yvirhøvur hevði hann stóran alsk til felagslív. Eingin ivi er um, at Sverre hevur gingið undan og eigur sín stóra lut í, at borðtennis sum ítróttagrein hevur hórað undan og fingið fótin fastan her á landi ??? mest sum undangongumaður í TBF, men eisini í borðtennis sum heild og sum virkin spælari langt upp í árini. Eisini í fótbólti tók hann mangt takið sum bæði formaður og venjari í TB, og kanska tey fægstu vita av, at hann eisini var føroyameistari í hondbólti við TB.
Í meira enn hálvan mansaldur var hann virkin í Ítróttasambandi Føroya, har hann í samfull 40 ár sat í stjórnini, harav tey 25 sum varaforseti. ??ll hesi mongu ár var hann við til at fremja og uppliva stórar broytingar, og hann var ikki bara vitni til ta ovurstóru menning, føroysk ítrótt hevur upplivað, men var í mongum førum eisini beinleiðis orsøkin til, at tingini komu at venda rætta vegin. Hansara partur lá ikki eftir, tí ongastaðni var hann hálvur, har hann hevði bjóðað seg fram ella fingið álit latið upp í hendurnar.
At vinna børnunum og ungdóminum bestu umstøður at íðka ítrótt, var eitt lívlangt hjartamál, ið Sverre vildi gera alt fyri at røkka, og tí er heldur einki at siga til, at hann fyri sítt ágrýtni og sín eldhuga fekk øll tey heiðursmerki, Ítróttasambandið letur eldsálum. Soleiðis fekk hann silvur- og gullnál, umframt gullmerki við bjálka, og eisini fekk hann heiðurskross Ítróttasambandsins fyri stóra arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina.
Eisini á øðrum økjum untist mær at samstarva við Sverre, og nevnast kann í løgtingsarbeiði og politikki annars, har hann mangan var hollur í ráðum og góður í ávikum. Fyrst og fremst var hann tann vælmeinti vinurin, ið bæði kundi leggja hondina á økslina og lyfta fremstafingur, og aftur har kom tað frá hjartanum, tá hann hevði okkurt at siga. Ikki so sjáldan dugdi hann at seta orð á tað, meinigi føroyingurin hugsaði, og helt hann seg hava eina góða søk, fór hann ígjøgnum bæði eld og vatn fyri at røkka á mál, so fáur politikari man sum Sverre hava verið ein sannur fólksins maður.
??ll tey politisku álitisstørv, hann fekk at røkja, siga ikki so lítið um dugin, ið var í honum. »Hatta ordni jeg,« var eitt slagorð, sum veruliga vísti, at her var talan um ein mann, ið ikki bara tosaði um tingini, men legði ítøkiligar gerðir aftrat. Samfull 17 ár sat hann sum borgarstjóri á Tvøroyri, har hann átti býráðssess í næstan 40 ár, eins og hann sat í Løgtinginum í tilsamans eini 20 ár, og sagt hevur verið um Sverre, at bæði í lokalpolitikki og landspolitikki var hann ein av teimum, ið stóðu høgt í metum millum manna ??? bæði hjá samdum og ósamdum.
At Sverre var tvøramaður ??? og ikki minst Valari ??? av heilum og fullum huga, var eingin sum helst ivi um, og sum fáur hevur hann vart býin og staðið við hond og fót alla sína tíð, bæði í orð og í tal. Hann tordi at seta sær høg mál og tí hepnaðist honum eisini at røkka meira, enn mangur í hansara støðu annars vildi havt megnað. Ikki, tí hann vildi seta varðar eftir seg sjálvan, men tí hann fremst av øllum var eitt menniskja við stórum samfelagssinni og eini tráðan eftir, at rættvísi skuldi valda, so eingin varð settur eftir.
Nú er Sverre ikki meira og tað er kvirt á Sornhúsvegi. Vit eru mong, ið koma at sakna henda merkisverda mann, tí hann var sín egin og setti fegin seg sjálvan til viks, kundi hann hjálpa øðrum, og tað verður løgið ongantíð aftur at skula hoyra málið í honum. Sum eg segði at byrja við, hevði hann eitt stórt hjarta, og tað eru vit mong, ið hava notið gott av millum ár og dag, tí betri vin kundi eingin ynskt sær. Saknur verður í tær, góði Sverre, og tú fert altíð at liva í minni mínum sum eitt menniskja, ið setti síni spor og altíð legði nakað eftir seg, ið onnur kundu njóta gott av. Hvíl í friði, kæri vinur.
Heðin Mortensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald