Vinna

Svartkjaftaskipini lógu bakk í nátt

...

2015-12-30 17:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svartkjaftaskipini vóru í nátt øll stødd í landsynningshorninum í føroyskum sjógvi á leiðini uml. 60,2N og 4,6V, tá ið óveðrið var uppá tað ringasta.

JN.fo tosaði umborð á Norðborg fyrr í morgun, teir søgdu, at tað var kolandi stormur á leiðini, vindferðin lá um 40 m/sek., men tað bleiv tó ikki so stór alda, sum teir høvdu roknað við. Í morgun er veðrið batnað nógv og teir fara at koyra út aftur nú hvørja løtu - á feltinum eru: Fagraberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Næraberg og Norðborg.

Les eisini: Christian í Grótinum, Høgaberg og Slættaberg loystu í morgun.

Les eisini: Fram og Niels Pauli koma á fiskileið seint í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder