2015-12-10 15:30
Tað eru nógv skip á svartkjaftafeltinum í ein landnyðring úr Fugloynni, har eru í morgun 14 skip, av teimum eru 3 russisk, 2 íslendsk og 9 føroysk.
Vit frættu frá onkrum av teimum í gjárkvøldið, tað var eisini stormur á leiðini norðanfyri, so fleiri lógu bakk.
Í morgun er veðrið batnað, tað batnar meira út á dagin og komandi dagarnar sigur veðurforsøgnin frá góðum veðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald