Vinna

Svartkjaftaprísurin er lækkaður munandi

...

2017-03-03 08:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Avreiðingarprísurin á svartkjafti er munandi fallin seinastu tíðina. Í fjør var meðalprísurin, sum føroysku skipini fingið millum 2.0 kr. og 2,20 kr., og á norsku uppboðssøluni var meðal avreiðingarprísurin í fjør 2,30 danskar krónur.

Í løtuni fáa skipini 1,50 kr., tá landað verður til Havsbrún, og sagt verður at prísurin helst fer at lækka enn meira. Føroysk skip, sum hava landað í Skotlandi í ár, hava fingið 1,40 kr.

Í fjør var tilfeingisgjaldið fyri svartkjaft 20 oyru, sum svaraði til umleið 9 prosent av søluprísinum í meðal. Við einum munandi lægri avreiðingarprísi verður tilfeingisgjaldið eitt munandi hægri prosent av søluprísinum.

??treiðslurnar at fiska svartkjaft eru munandi hægri enn í øðrum pelagiskum fiskiskapi við atliti til oljunýtsluna.

Kelda: Nótaskip.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder