Svar uppá spurningar frá Sjúrði Skaale.
Nú Sjúrður hevur valt at seta mær seks spurningar á facebook, skal eg fegin nýta høvi at svara honum.
1. Hví hevur JFK-samtakið bert eitt yvirskot upp á eina millión í 2018?
??rslitið í 2018 er greitt ávirkað av fiskivinnunýskipanini. Serliga tí samtakið hevur mist kvotur, sum eru latnar til uppboðssølu og menningarkvotur. Uppboðssølan hevur ein sera stóran íbygdan vanda, og hóast tað lukkaðist okkum, at fáa kvotur á uppboðssølu í 2018 til ein tá rímiligan prís, so hevði hetta neiliga ávirkan á úrslitið, tí væntaðu fyritreytirnar broyttust, eftir at felagið hevði keypt kvotuna.
Tá tað er sagt, kann eg vísa á, at JFK/Næraberg samtakið hevur havt eitt miðal yvirskot á 25 mió. kr. síðstu 10 árini og havt yvir 600 fólk í arbeiði. Tað meta vit sum eitt brúkiligt úrslit.
Vit í JFK/Næraberg samtakinum hava valt at satsa upp á fleiri ymiskar skipabólkar umframt virksemi á landi. Okkara høvðusendamál er fyrst og fremst at skapa virksemi og arbeiðspláss her í Norðoyggjum. Tí ber ikki til beinleiðis, at samanbera okkara úrslit við onnur í vinnuni.
Tað er ikki stórt yvirskot, sum motiverar meg mest. Sjálvandi skal raksturin yvir tíð hava yvirskot fyri at skapa menning og nýíløgur og fyri at standa ímóti við, tá verri tíðir koma.
Um eg bara hevði havt virksemi í gongd fyri at vinna so nógvar pengar sum gjørligt, hevði eg havt trý skip og einki virksemi á landi. Sølan hevði verið minni, vit høvdu útgoldið munandi minni í lønum, og úrslitið hevði verið munandi hægri.
Men eg veit, at eg hevði ikki verið glaðari.
Eg havi fyri stuttum verið í longri blaðkjaki við Dennis Holm um úrslitini hjá samtakinum. Tey, sum hava hug, kunnu finna tað orðaskiftið fram. Harumframt verður víst til ársfrágreiðingarnar í roknskapinum fyri 2018, har hesi viðurskifti eisini eru lýst.
2. Hvussu ber tað til, at P/F Næraberg hevur havt so stór hall seinastu mongu árini?
Næraberg hevði frá 2013 til 2017 eitt miðal úrslit á 13. mió kr. um árið. Sostatt er ikki heilt rætt, tá Sjúrður sigur, at Næraberg bara hevur havt stór hall seinastu mongu árini.
Tað er rætt, at felagið hevði stór hall í fleiri ár, og øll hasi árini, sum Sjúrður nevnir, royndu vit at fiska svartkjaft til matna, men eftir uml. 10 ár og stór hall, máttu vit ásanna, at vit komu ikki á mál.
Høvuðsfiskaslagið hjá Nærabergi er svartkjaftur. ??ll, sum kenna hesa vinnu, vita, at tað gevur munandi betri úrslit at fiska makrel og sild, men vit hava tíverri sera lítlar eginkvotur av hesum fiskasløgum. Tískil eru úrslitini ikki eins stór og hjá øðrum í vinnuni, sum Sjúrður sipar til.
Eisini hesin spurningurin er fyri ein stóran part svaraður í nevnda orðaskifti við Dennis Holm.
3. Hví er Kósavirkið framvegis opið?
Fiskivinnunýskipanin legði upprunaliga upp til eitt antitrustmark, sum var 12 %. JFK samtakið hevur ein part, sum er 20 %. Um nýskipanin hevði endað við einum marki, sum var 12 %, hevði tað verið neyðugt at minka nógv um virksemið hjá samtakinum, og tá hevði tað verið neyðugt, at slept Kósini og teimum skipum, sum fiska til Kósina. Tað hevði heilt einfalt ikki borið til at gjørt annað.
Til alla lukku varð ??? sum Sjúrður eisini nevnir ??? lurtað eftir okkara ávaringum og antitrustmarkið varð hækkað. Hetta eri eg sera glaður um, og vit hava tí við góðum treysti gjørt íløgur í Kósina fyri at fáa raksturin tryggari.
4. Hví var Gadus seldur fyri 60 mio. kr. og síðani 170 mio. kr. dag um dag.
Heilt stutt kann sigast, at talan er um sølu av skipi við og uttan loyvir, ið var gjørt í samsvari við tá galdandi lóggávu. Hesar sølur fóru aftur og fram fyri somu upphæddir, og eingin vinningur varð til nakran burtur úr hesum sølum.
Í 2009 varð Skálaberg tikin og førdur til Murmansk. Málið endaði við eini bót uppá 5 mió. kr., sum vit rindaðu, men okkara russisku advokatar mæltu okkum frá at lata P/F JFK Trol eiga skip sum fiskaði í Barentshavinum fyrsta árið eftir rættarmálið í Murmansk. Gadus varð tí seldur til P/F Gadus, sum er felag í samtakinum. Tá var prísurin mettur til 170 mió. kr. við loyvum.
Meðan skipið var í P/F Gadus, skuldi skipið gagnnýta Eysturgrønlandsrættindini hjá samtakinum. Hesi rættindi lógu í P/F JFK Trol. Tí varð neyðugt at selja skipið uttan nøkur rættindi frá P/F Gadus til P/F JFK Trol. Tá var prísurin mettur til 60 mió. kr. Eftir at rættindini í Eysturgrønlandi vóru fiskaði, varð neyðugt at selja skipið aftur til P/F Gadus fyri sama prís ??? framvegis uttan nøkur rættindi - og vóru øll rættindini løgd aftur á skipið í P/F Gadus, og so dagin eftir varð skipið aftur selt til P/F JFK Trol nú við rættindum, tvs. fyri 170 mió. kr.
Hetta kann tykjast fløkt, men hesar sølur vórðu umrøddar í eini sjónvarpssending í 2015, og tá skrivaðu advokatur og grannskoðari okkara eina longri frágreiðing, sum varð almannakunngjørd.Hon sæst her.
5. Hví hava hollendingar gjørt íløgur í Føroyum?
Eftir 10 ára samstarv við Røkke um surimiframleiðslu í Føroyum, boðaði Røkke frá, at hann ikki vildi halda áfram. Hetta var eftir, at felagið P/F Næraberg, sum Sjúrður vísir á, hevði havt stór hall.
Eg royndi so at finna eitt nýtt samstarvsfelag í Føroyum, so vit kundi halda áfram við ætlanini, men tað eydnaðist ikki. Eftir hetta fekk eg samband við hollendska felagið, sum ynskti at gera íløgur í samtakið. Komnir til Føroyar fingu teir eyga á Kollafjørð Pelagic, sum tá lá stilt. Tá var Astrup stjóri í Eik. Hann fegnaðist um at selja Faroe Pelagic til hollendararnar. Hetta var um sama mundi, sum makrelstríðið var í hæddini, og eg meti, at íløgan var til gagn fyri Føroyar.
Hollendarar hava ikki enn fingið afturgoldið íløguna í P/F Næraberg, men eg rokni við, at teir halda áfram í Føroyum, tí teir vóna at fáa lut í eini virðisøking.
Eg veit ikki, um eg eri tann rætti at svara hesum spurningi, um hví hollendararnir hava gjørt íløgur í Føroyum. Tað hevði helst verið betri, um Sjúrður spurdi hollendararnar sjálvar, men eg havi sjálvur verið í somu støðu at gjørt íløgur uttanlands. Í 2007 gjørdu vit íløgur í grønlendsku fiskivinnuna. Hetta virksemið vardi til 2013.
Mítt motiv fyri at fara inn í hetta í Grønlandi var at skapa nýtt virksemi fyri samtakið, sum kundi gagna okkum, og eg meti, at hollendska felagið, sum hevur gjørt íløgur í Føroyum, hevur nøkunlunda somu tankar, tá teir gera íløgur uttanlands, sum eg hevði, tá vit fóru til Grønlands.
Eg haldi sjálvur, at hetta samstarv við hollendska felagið, hevur gagnað samtakinum væl og hevur skapt stór virðir fyri føroyska samfelagið.
6. Hví blandar hollendska stjórnin seg í føroysku fiskivinnunýskipanina?
Aftur her eri eg í iva, hví Sjúrður spyr meg um hetta.
Eg kann bara gita, at orsøkin er, at teir eru skelkaðir av tí viðferð teirra ríkisborgarar hava verið út fyri. Teir hava í góðari trúgv og sambært galdandi lógum gjørt íløgur í Føroyum, og verða síðan eftir nøkrum árum riknir út aftur, uttan at fáa nakað endurgjald.
Eg havi skilt, at hetta kanska er í stríð við bæði føroyskar og altjóða rættarreglur og at eisini løgfrøðingar hjá sjálvum løgmanni hava mælt frá hesi lóggávu. Eg havi eisini skilt, at íslendsku myndugleikarnir hava mótmælt, at íslendingar eisini verða riknir úr Føroyum.
Reaktiónin hjá hollendsku myndugleikunum mótvegis Føroyum er púra nátúrlig, og kann væl samanberast við støðuna, tá Skálaberg var afturhildin í Murmansk á sinni. Føroyskir myndugleikar reageraðu, danska uttanríkisráðið (Per Stig Møller) reageraði, og skriv fór til sjálvan Medvedev forseta. Soleiðis virkar millumtjóða diplomati.
Eg vóni og vænti eisini, at okkara uttanríkismálaráðharri Poul Michelsen hevði mótmælt okkara vegna, um vit høvdu verið út fyri somu viðferð í Grønlandi, at verði tvingaðir burtur úr okkara íløgum uttan nakað endurgjald.
Hanus Hansen, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald