Nei, Jógvan, børnini eru ikki fyri mismuni!
Tað eru nógvar ræðumyndir, ið Jógvan á Lakjuni er komin við frá degi til dags ??? serliga um broytingina í hjúnarbandslógini. Hetta er simpulten, sambært Jógvani, álvarsligasta mál, sum nakrantíð er viðgjørt í Føroyum. Eg kann kann koma í tankar um nógv mál, ið eru nógv álvarsligari enn hjúnarbandslógin, men tað lata vit liggja.
Síðan hjúnarbandslógin varð samtykt er gerandisdagurin hjá fólkið lítið broyttur av hesum; eg vænti ikki, at hjúnarbandið hjá Jógvani er broytt nakað serligt heldur. Hetta var eitt stórt mál, ið broytti nógv fyri samkynd í Føroyum, og sum hevur flutt Føroyar tættari at einum jøvnum samfelag.
Men Jógvan á Lakjuni veit, at hetta er eitt mál, ið hann hevur tapt, og tískil má hann finna eitt nýtt stríð. Nú ert tað brádliga at gera mismun á børnum, um tey verða ættleidd av einum samkyndum pari, ella einstaklingi. Tí í fylgi Jógvani, so hevur barnið brúk fyri maskulinum og femininum fyrimyndum, fyri at fáa ein ordiligan uppvøkstur. Hetta er ein avoldað tankagongd, sum vit í 2018 burdu sloppið okkum av við. Eitt barn hevur brúk fyri kærleika og nærleika, og tað verið seg frá einum samkyndum ella hinskyndum pari ella einstaklingi. Eg kann bara ímynda mær, hvørjar kenslur eitt barn situr við, eftir slík útalilsi frá Jógvani á Lakjuni um mismun mótvegis teimum. Tað er ein øgiliga grov ákæra móti Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og mótvegis foreldrum, ið ikki koma undir tað, ið Jógvan á Lakjuni metir verða ein ordiliga familju, at siga, at tað er at gera mismun á børnum, ið koma frá ikki-siðbundnu familjusamansetingini. Tað eru so nógv børn í heiminum, ið bíða eftir at verða ættleidd av eini elskandi familju, og eg ivist onga løtu í, at tey eru líkaglað, hvat kyn foreldrini eru, so leingi tey fáa ta umsorgan, tey hava tørv á, og tann kærleika tey mangla.Eg vil nýta hetta høvið at endurtaka Jógvan fyri tað, ið hann so ofta sigur: hugsa um børnini, Jógvan, og opna eyguni fyri, at allar familjur eru ymiskar og at børn fyrst og fremst hava brúk fyri kærleika og nærleika.
Vegna Unga Tjóðveldið
Hervør Pálsdóttir, forkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald