Susvim hevur gjørt 3 ára stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar
Sáttmálin er galdandi fra 1. september 2015.
Suðuroyar Svimjifelag hevur í dag umleið 200 limir og nógv talent eru á veg.
M.a. vann Sára Ryggshamar Nysted fleiri gullheiðursmerki á Oyggjaleikum 2015.
Marlon Kjærbo frá Susvim sigur, ??? Okur í Suðuroyar Svimjifelag eru ómetaliga glað fyri avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar. Avtalan ger, at málini sum Susvim hevur sett sær fyri at náa, betur kunnu røkkast. Tað er kostnaðarmikið at reka eitt ítróttarfelag, tí er tað umráðandi at hava góðar stuðlar. Hettar ger arbeiði nógv lættari hjá okkum.
Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, ???Føroyskir svimjarar bróta í hesum døgum mørk, og prógva, at um tú bara setir tær greið mál, og arbeiðir hart fyri at náa hesum, so eru góðir møguleikar fyri, at tú røkkur langt. Fyri at gera hetta møguligt verður eitt stórt arbeiði gjørt frá nógvum síðum ??? felagnum, familjuni og svimjaranum. Vit eru fegin um, at kunna vera við til, at stuðla undir virksemið hjá Susvim, ið er við til at menna føroyska svimjing og gevur øllum føroyingum stóran íblástur. Samstundis gleðast vit um, at svimjarar í Suðuroynni nú hava fingið Pálshøll við 50 metra hyli og vænta vit, at hetta fer at geva góða synergi og enn betri úrslit til Susvim og føroyska svimjiítrótt sum heild.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald