Eg havi játtað at stilla upp til Løgtingsvalið, tí eg haldi, at tað er alneyðugt at halda tí borgarligu kósina, har landshúsarhaldið verður rikið eins væl og húsarhaldið hjá eini føroyskari familju, sum fer væl um.
Sum nú er, blómar okkara samfelag. Arbeiðsloysið hevur ikki verið so lágt í langa tíð og vinnan hevur tað gott. Kortini vantar peningur í almenna húsarhaldinum. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki lata okkum ríva við, fyri síðan at enda aftur við sviðið soð, tá ið verri tíðir banka á dyrnar.
Sostatt mugu vit ikki endurtaka almenna oyðslið, sum koyrdi okkara land á húsagang fyri skjótt 25 árum síðani, tá ið okkara politikarar sviku, tí at teir lovaðu í eystur og vestur eins og í Grikkalandi í dag, har altjóða kreditorar fjarstýra, og fólkið livir í svárari armóð.
Tí taki eg fult undir við Fólkaflokkinum, sum sigur, at 1/3 av búskaparvøkstrinum skal brúkast til at gjalda skuld við. Tað er eingin størri sjálvfylgja í míni verð enn tað, tí at soleiðis verður eisini gjørt í húsarhaldunum hjá føroyskum familjum, sum fara væl um inntøkurnar og tálma sínum útreiðslum.
Skulu vit yvirhøvur hugsa um at gerast sjálvstøðug tjóð, so mugu vit duga at fara um landskassan. Vit eiga at leggja okkum eina langtíðarætlan, soleiðis at Føroyafrælsi kann gerast veruleiki og ikki bara ynskidreymur.
Hugsa vit okkum um, so er landshúsarhaldið ikki nógv øðrvísi enn okkara egna. Tað er ikki eitt gott hugskot at brúka hvørt oyra fyri síðan at læna meira. Vit mugu fáa javnvág í fíggjarlógina og síðan yvirskot, soleiðis at vit hava okkurt at standa ímóti við.
Tá ið landskassin byrjar at geva avlop aftur, kundi eitt hugskot verið at tikið blokkstuðulin stigvíst úr skipanini og sett hann á bók. Við at taka hann líðandi úr skipanini, sum yvirskotið veksur, verður hann ikki partur av búskapi okkara longur. Tá kunnu vit í eini skiftistíð royna okkum við honum sum samansparing og trygdarneti hjá okkara núverandi og komandi borgarum. Tástani kunnu vit sannføra tey ivingarsomu, at í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki útlendskir kreditorar.
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald