Skal tann framburður vit hava havt seinastu árini tryggjast, er av alstórum týdningi at tín atkvøða fer til Fólkaflokkin.
Við einum sera sterkum fiskimálaráðharra, vunnu vit okkara sjálvsagda part av makreltilfeinginum, virðir fyri hundraðtals milliónir. Virðir ið vit øll hava gleði av.
??tskeldaða flatskattaskipanin hevur ført til at tað nú loysir seg at arbeiða meira, hetta hevur ført til øktar lønarutgjaldingar og harvið størri skattainntøkur til samfelagið.
Ongantíð eru so stórar nýskipanir gjørdar í almannamálum. Kommunurnar hava yvirtikið eldramál.
Hetta er bert ein lítil partur, ið okkara trý landsstýrisfólk hava avrika seinastu fýra árini.
Sjálvandi eigur Fólkaflokkurin at vera við í komandi samgongu eftir komandi val.
Eg bjóði meg fram, tí Fólkaflokkspolitikkur er sunn fornuft.
Fróði ??. Olsen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald