2015-11-03 01:58
KÍ: Miðvallarstrategurin verður at síggja í blá-hvítum í 2016 og verður eitt gylt kort at hava við hondina, tá Mikkjal skal leggja taktisku kabalirnar komandi kappingarár
Tað er ein sannur fongur, sum KÍ kunngerð í kvøld. Súni Olsen telist millum eyðsýndastu leikararnar í fremstu mansdeildini seinastu mongu árini. Tey sum kenna til føroyskan fótbólt vita at Súni Olsen er lívsfarligur í deyðbóltstøðum, hann fær spælið at flóta við góðum pasnings-spæli og við sínum drúgvu royndum bæði í føroyum, uttanlanda og á landsliðnum fer hann heilt víst at styrkja munandi um KÍ hópin.
Súni Olsen er 34 ára gamal og hevur leikt 257 dystir í Effo deildini har tað er blivið til 86 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald