Vinna

Sungu jólini inn útfyri Gøtuvík

...

2015-12-20 04:33 Author image
placeholder

 Tróndur í Gøtu legði í kvøld stilt útfyri Gøtuvík, teir sungu jólini inn og pakkaðu jólapakkarnar frá Sjómansmissiónini upp, eisini fingu teir jóladøgurða í kvøld, fortaldu teir, tá íð JN.fo ringdi umborð fyri løtu síðan.

Tróndur í Gøtu hevur 2.000 tons av svartkjafti inni, sum teir skulu landa til Havsbrún, har eru fleiri skip, sum bíða eftir landingartørni, so Tróndur sleppir ikki framat fyrrenn týsdagin.

Teir søgdu í kvøld, at teir fara nýggjan túr beint eftir jól.

Manningin ynskir øllum eini góð og hugnalig jól og takka fyri jólapakkarnar.







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder